Annað

Billardgullið og silvurið til Havnar

Havnar Billardfelag er føroyameistari fyri lið. Felagið vinnur eisini annaðplássið..

Føroyameistararnir í billard fyri lið, Havnar Billardfelag, fv. Ólavur Kjølbro og Jógvan Jørgensen. Mynd Jan Müller

Føroyameistararnir í billard fyri lið, Havnar Billardfelag, fv. Ólavur Kjølbro og Jógvan Jørgensen. Mynd Jan Müller

2023-04-02 21:06 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað skuldu ganga samfull 18 ár, áðrenn billardfelagið í Havn, fyrr Havnar Klubbi, í dag Havnar Billardfelag, aftur kann kalla seg føroyameistari fyri lið í billard og harvið fáa gullið heimaftur í hús.  Men ikki nokk við tí. Felagið megnaði mín sann  eisini at vinna annað plássið og silvur.

Tað er  ikki hent áður í føroysku billardsøguni, at eitt og sama felag vinnur bæði gull og silvur í einum kappingarári. Í hølunum á teimum koma so tvørámenn, sum hesuferð máttu taka til takkar við bronsuni, tó at teir áttu avgjørt besta spælaran samanlagt í allari kappingini.  

Og hvørjir eru so spælararnir, sum megnaðu at vinna høvuðsstaðarfelagnum gullið heimaftur!

[object Object]

Ólavur Kjølbro og Jógvan Jørgensen ikki bara vunnu FM kappingina. Teir gjørdu tað eisini við manér. Heili 10 stig framman fyri sínar spælifelagar í Havnar Billardfelag Niels Nielsen og Per Hansen. Og enn longur aftur til liðini hjá tvørámonnum, klaksvíkingum og fuglfirðingum.

[object Object]Niels Nielsen hevur arvað góðu eginleikarnar hjá pápanum Eiriki Nielsen, sála  og tryggjaði Havnar Billardfelag silvur í FM kappingini. 

[object Object]Per Hansen hevur ment seg nógv seinastu árini og rakk hesaferð silvurinum. 

Uttan at skula taka nakað frá øðrum góðum spælarum, so er tað ein sannroynd, at Ólavur Kjølbro gjørdist dagsins maður. Hann tók flest stig heim, hann hevði besta spælið og besta umfarið, á vinnandi liðnum.  Men uttan fræga liðspælara sín Jógvan Jørgensen var gullið ikki komið heimaftur til “gamla” Havnar Klubba, í dag við nýggja heitinum Havnar Billardfelag ella HABI, sum tað eisini verður kallað.

[object Object]

Ólavur Kjølbro í sínum serstaka og persónliga billard "image" - neyvur og tryggur. 

Ólavur Kjølbro hevur av álvara gjørt eitt veruligt  “comeback” í føroyskum billard. Hann varð millum frægu spælararnar, tá hann spældi fyri Klaksvíkar Klubba fyrst í hesi øldini og megnaði at vinna kappingina um høgt mettað Haldor Holm steypið í 2002. Hevur síðani verið burturstæddur og tí ikki verið partur av heimliga billardumhvørvinum. Men tað skuldi ikki ganga long tíð, til hann brádliga legði flestu viðspælarar í HABI venjingarhølunum afturum seg og eftir tað fekk álitið sum flaggberi  á besta liðnum í felagnum.

[object Object]

Jógvan Jørgensen er ótroyttiligur. Hevur verið við til at vinna Havnar Billardfelag nógv steyp seinastu mongu árini. Hesaferð rakk hann á hægstu tindar og var við til at røkka  føroyska billardtoppin "Mount Everest". 


Og tað varð ikki nøkur løtt uppgáva eiheldur ábyrgd at hava fingið at skula endurreisa  “Klubban” í høvuðsstaðnum eftir 18 ár í oyðimørkini. Við miðvísari venjing umframt einum billardtalenti sum fáur eydnaðist tað kortini tí miðvísa og avgjørda klaksvíkinginum at fella nærum flest keylur á billardborðunum kring landið í kappingarárinum 2022-23.

Saman við einum oftani sera vælspælandi Jógvan Jørgensen megnaði Ólavur aftur og aftur at rudda borðið við tí úrsliti, at hann fekk besta einstaka spælið í kappingini uppá 82 eygu í meðal umframt besta umfarið uppá 324 eygu. Hesi munnu teljast millum tey frægu nakrantíð í føroyskari billardkapping.

Taka vit so tey einstøku úrslitini í kappingini, so er greitt, at núverandi FM einstaklingameistarin av Tvøroyri, Páll Heri Nolsøe varð greitt bestur. Hann tapti fægst stig, 3 íalt av 40 møguligum. Ólavur tapti 7 stig.

[object Object]Tvøroyrar Billardfelag við Páll Hera Nolsøe og Max Rasmussen vunnu bronsu í ár. 

Samlaða meðaltalið hjá Páll Hera fyri alla kappingina var 34.1  eygu í meðal. Ólavur hevði 29.08 eygu. Bæði tvey framúr góð úrslit í føroyskum billard.  Páll Heri átti eisini besta einstaka dystarúrslitið við 47,62 eygum, um somu tíð sum Ólavur hevði 43,48 eygu. 

Samanbera vit við seinasta kappingarárið , tá Hallur Joensen vann  FM fyri lið og næstseinasta ár gjørdist FM meistari fyri einstaklingar, hevði hann besta spæl uppá 100 eygu í meðal og besta umfar uppá 348 eygu í meðal. Helst frægastu úrslit nakrantíð í billardkapping í Føroyum.

Einstaklingakappingin – fleiri risar rundan um borðið

Tað er tí við stórum spenningi at bíðað verður eftir hini stóru kappingini í billard, nevniliga fyri einstaklingar, sum í ár verður spæld í góða gamla Havnar Klubba. Finaluumfarið verður 22. apríl. Tað kann væl gerast risana dystur.

Eingin ivi er um, at Ólavur Kjølbro er eitt av boðunum uppá ein nýggjan føroyameistara í 2023. Men tað verður eingin einføld og løtt uppgáva. Tí verandi føroyameistari Páll Heri Nolsøe verður ringur at syfta, tá hann er í essinum. Og tað er hann nærum altíð.  Við eini ballast sum besti einstaki spælari í liðkappingini í ár verður Páll Heri tørførur at basa.

[object Object] 

Hesir báðir hava áður dystast um FM heitið. Fer tað at endurtaka seg í 2023? Hallur Joensen og Páll Heri Nolsøe. Mynd Jan Müller

Men verður Hallur Joensen, tvífalt føroyameistari við í kappingini í ár, sum okkurt bendir á, tá er einki avgjørt. Við eini nýggjari ballast frá sínum limaskapi í billardfelagnum í Herning, verður spennandi at síggja, hvørji framstig hann  hevur gjørt hetta seinasta árið. Er hann væl fyri er hann at meta sum ein melduródn á billardborðinum.

[object Object]

Kristian Sune Høgnesen, avgjørt ein av risunum í føroyskum billardspæli við ikki færri enn 7 FM heitum í skjáttuni.  Er sitaður millum teir bestu til komandi FM. 

Men her mugu vit heldur ikki gloyma ein av okkara frægastu billardspælarunum gjøgnum tíðina, nevniliga Kristian Suna Høgnesen úr Klaksvíkar Klubba, sum hevur verið við til at vinna Klaksvíkini ótald FM heiti bæði fyri lið og einstaklingar. Hann hevur vunnið ikki færri enn sjey FM heiti fyri einstaklingar og er tí avgjørt eitt av boðunum uppá ein FM meistara í 2023 – um tempo og sinnalag also eru við honum.  

Vit skulu tó ikki taka nakað fyri givið, tí tað er við billard sum við øðrum ítróttargreinum, at tú kann hava ein góðan dag og tú kann hava ein minni góðan dag. Og tá tú hevur nógvar góðar spælarar, so skal oftani lítið til, at tað gongur tann eina ella hin vegin.

Vit venda aftur til FM fyri einstaklingar, tá tað nærkast.

Endaliga støðan í 1. deild gjørdist:


  1. Havnar Billardfelag 1 60 stig
  2. Havnar Billardfelag 2 50 stig
  3. Tvøroyrar Billardfelag 49 stig
  4. Klaksvíkar Billardfelag 1 40 stig
  5. Klaksvíkar Billardfelag 2 22 stig
  6. Fuglafjarðar Billardfelag 19 stig


Henda støðan hevur við sær, at fuglfirðingar mugu tungu gongdina niður í 2. deild. Tað er ikki hent í mong mong ár. Upp í 1. deild flytur vinnarin av 2. deild, nýggja og unga eysturoyarliðið, Skálafjarðar Billardfelag við Markus Olsen og Henrik H. Sommer. Vinnari av 3. deild gjørdist Havnar Billardfelag við Oskar Eirikson og Heimir Ottósson.

At tað eydnaðist Klaksvíkar Billardfelag at varðveita síni tvey lið í 1. deild komandi kappingarár er ikki minst Sonhardi Johannessen fyri at takka. Ein spælari, sum hevur verið við til at tryggja Klaksvíkini mong FM heiti og sum framvegis er "still going strong". 

[object Object]Nýggja liðið í 1. deild Skálafjarðar Billardfelag vm. Henrik H Sommer og Marcus Olsen. Teir hava við rakettferð flutt seg úr 3. deild upp í bestu deildina. Nú hava teir vónir um, at til ber at fáa jaligu myndugleikarnar í Runavikar kommunu at leggja høli til, so pláss er fyri tveimum billardborðum. Mynd Jan Müller

Formaðurin í Billardsamband Føroya, Páll Heri Nolsøe fegnast um eitt gott kappingarár.

“Eg vil takka fyri eina góða kapping, og ynskja Havnar Billardfelag hjartaliga tillukku við meistaraheitinum í ár. Hugaligt at síggja, at havnamenn klára at stilla við tveimum liðum í bestu deildini í ár, har bæði hava klárað seg so væl. Kappingin gjørdist spennandi bæði í toppi og botni. Tað er soleiðis vit vilja hava tað”.

Hann ynskir liðnum á Skálafjørðinum vælkomnum í 1. deild og vónar, at teir fáa betri umstøður til komandi billardkappingar. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder