2023-04-09 18:08
Tað er ikki at taka munnin ov fullan, tá vit siga, at FM kappingin fyri einstaklingar í billard í 2023 fer at verða ein tann mest spennandi og nakað fyri seg. Tað verður rætt og slætt ein kapping millum billardkempur úr Havnini, Klaksvíkini og av Tvøroyri. Og neyvan nakrantíð í føroyskari billardkapping hevur støðið verið so høgt sum hesaferð. Fremstu spælararnir í landinum fáa hægri og hægri úrslit sum árini ganga. Ein frágreiðing er bøttu spæliumstøðurnar í fleiri av feløgunum. Og hesa ferð eru vit so heppin at hava ikki færri enn 6 fyrrverandi FM meistarar við í kappingini, sum fer fram í hølunum hjá Havnar Klubba vikuskiftið fríggjadag 21. og leygardag 22. apríl.
Men áhugin fyri at luttaka er eisini methøgur. Ikki færri enn 22 spælarar úr øllum teimum 5 feløgunum kring landið sleppa at royna seg. Í endaumfarinum skulu vera 8 spælarar, og longu nú er greitt, hvørjir teir fyrstu seks eru, út frá meðalúrslitinum frá kappingini higartil í ár. Teir seks eru Páll Heri Nolsøe úr Tvøroyrar Billardfelag, Ólavur Kjølbro úr Havnar Billardfelag, Jógvan Jørgensen úr Havnar Billardfelag, Niels Nielsen úr Havnar Billardfelag, Per Hansen úr Havnar Billardfelag og Kristian Suni Høgnesen úr Klaksvíkar Billardfelag.
Aftrat hesum skulu so 16 spælarar í kvalifiseringsdystum kappast um tey bæði írestandi plássini í finaluumfarinum. Hetta verður vikuskiftið 14. apríl.
Millum hesar eru ikki færri enn 4 fyrrverandi FM meistarar, Hallur Joensen og Sonhard Johannesen úr Klaksvíkar Billardfelag, Max Rasmussen úr Tvøroyrar Billardfelag og Jan Müller úr Havnar Billardfelag.
Orsøkin til at ein av okkara frægastu spælarum, Hallur Joensen, skal spæla í kvalifiseringsrunduni er tann, at hann hevur ikki verið við í liðkappingini í ár. Hann er fluttur til Danmarkar, har hann spælir billard í Herning Billardclub.
Hóast alt kann henda, tá so mangir frægir billardspælarat dystast um FM gullið, so eru kortini nakrir favorittar, skulu vit meta út frá úrslitunum seinnu árini. Her er tað fyrst og fremst verandi FM meistari Páll Heri Nolsøe av Tvøroyri, sum gongur undan og var nærum suverenur í júst lidnu liðkappingini, men honum í hølunum kemur Hallur Joensen úr Klaksvík, sum vann FM heitið í 2022. Tá tað er sagt, so skulu vit ikki gloyma sjeyfalt FM meistaran og mest vinnandi í FM høpi nakrantíð, Kristian Sune Høgnesen úr Klaksvík.
Enn ein av billardkempunum, sum hoyrir heima millum teir bestu, er Ólavur Kjølbro, sum var við til at vinna Havnini FM gullið fyri lið eftir 18 ár í oyðimørkini. Síðani eru tað eisini fleiri outsidarar so sum Max Rasmussen, Sonhard Johannesen, Jógvan Jørgensen, Niels Nielsen, Per Hansen og Urbanus Olsen.
Tað er spell, at ein tann mest vinnandi FM meistarin í Føroyum, Jákup Baldvinson, sum hevur vunnið ikki færri enn seks FM heiti, ikki er við. Hann hevur tikið sær nøkur sabattár og vónandi verður hann at síggja aftur til komandi kappingar.
Fyrstu ferð kappast varð um FM heitið fyri einstaklingar í billard var í 1977. Tá vann Eirikur Nielsen, sáli úr Havnar Klubba.
Niðanfyri leinkja til øll vinnandi liðini og einstaklingar frá 1977.
https://www.billard.fo/data/_uploaded/file/bil_2021-22/Kappingarskjol/Yvirlit%20-%20Vinnarir%20130922.pdf
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald