Havnar Bóltfelag boðar í dag frá eini jólagávu til fjepparar sínar. Væl umtókti íslendingurin, 29 ára gamli Brynjar Hlöðversson, sum átti sín stóra leiklut í væleydnaða kappingarárinum í ár, verður við til at verja meistaraheitið, tá kappingin verður tikin upp aftur í vár.
Fráboðanin kom sum ein serstøk videoheilsan frá manninum sjálvum.
Heimasíðan hjá HB skrivar í dag, at sáttmáli er gjørdur við Brynjar Hlöðversson fyri komandi kappingarár.
”Brynjar Hlöðversson, eisini nevndur Binni millum okkum í HB-húsinum, eigur sín stóra lut í 23. meistaraheitinum. Við sínum síða reyða skeggi, vakra langa hári og litfagra lyndi hevur hann vunnið hjørtini á okkum øllum, men hann hevur sanniliga eisini vunnið okkara viðring, við sínum avgjørdu, stríðssinnaðu og ósjálvsøknu avrikum á verjukenda miðvøllinum”, skrivar hb.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald