Hondbóltur

Bjarni í Selvindi toppskjútti hjá Vali í stórsteypadystinum

Fyrsti almenni dysturin hjá bakkinum av Skála í Íslandi var frálíkur, og var hann tað heilt stóra í álopsspælinum hjá steypavinnarunum. Valur tapti tó við tveimum fyri FH.

1, 2, 3....4,5,6,7 mál. Bjarni í Selvindi gjørdi bart beinanvegin fyri Val (Savnsmynd: Sverri Egholm)

1, 2, 3....4,5,6,7 mál. Bjarni í Selvindi gjørdi bart beinanvegin fyri Val (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-08-29 10:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Samanspælið millum Aron Pálmarsson og strikuspælaran Jón Bjarna Ólafsson var munurin í stórsteypadystinum, meðan Bjarni í Selvindi var so at siga alt í álopsspælinum hjá Vali, og gekst tað betur hjá honum, sum dysturin fráleið.

Áleið soleiðis skrivar handbolti.is um stórsteypadystin hjá monnum í gjárkvøldið. Tað eydnaðist ikki Vali at vinna, men nýggi vinstri bakkurin av Skála gjørdi bart og varð toppskjútti hjá liðnum við 7 málum. 

Serliga móti endanum helt Bjarni høvuðsstaðarfelagnum inni í dystinum, men meistararnir vóru omaná móti steypavinnarunum og vunnu 30-28 á Hafnafjørðinum.

22-ára gamli skjúttin skifti í summar frá bestu norsku deildini, og skal Bjarni í Selvindi nú menna seg víðari í Íslandi.

Strandingurin Allan Norðberg gjørdi tvey mál av vonginum í dystinum. Allan spældi eisini við Vali í fjør, tá liðið vann steypakappingina umframt European Cup - tað fyrsta íslendska felagið sum hevur vunnið eina evropeiska kapping.

[object Object]Allan Norðberg í evropeiskum dysti í síðsta kappingarári (Mynd: EHF)

Nú skal Valur royna at spæla seg í eina hægri evropeiska kapping. Leygardagin klokkan 18.30 verður fyrri play-off dysturin móti kroatiska Vinkovci á skránni í N1-høllini í Reykjavík - ein væl meira týðandi dystur enn tann í gjár.

Landskappingin byrjar á Vestmannaoyggjum mikukvøldið 4. september, áðrenn leiðin gongur til Kroatia til seinna dystin: Ein hørð, men spennandi byrjan uppá kappingarárið hjá Allani, Bjarna og hinum í Vali.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder