Ein umráðandi liður í fyrireikingunum til EM-endaspælið í januar eru venjingardystirnir í Reykjavík fyrst í næsta mánaða.
Hóast tað er ein góð løta til dystirnar, so hava landsliðsvenjararnir, Peter Bredsdorff-Larsen og Julian Johansen, nú úttikið liðið. Tað hevur Hondbóltssambandið kunngjørt seinnapartin.
Talan er um 20 spælarar, ið eisini skulu venja saman í vikuni upp til dystirnar móti Íslandi, sum eru á skránni 3. og 4. november.
Málverjar:
Útileikarar:
Peter Krogh, Århus HC (DEN)
Talan er um spælarar, sum spældu størri og smærri leiklutir í farnu undankapping, umframt Ísak Vedelsbøl og Bjarna í Selvindi. Stóri og sterki strikuspælarin og skálamaðurin við dundurskotinum vóru til U21 HM í summar, men hava ikki verið úttiknir til A-landsliðið áður.
Hetta er seinasta samlingin, áðrenn liðið hittist aftur í januar, skrivar hsf.fo. 5. og 6. januar eru venjingardystir á skránni móti Belgia í Høllini á Hálsi. Føroyska liðið ferðast til Berlin 9. januar.
Slovenia, Noreg og Pólland eru hini liðini í EM-bólkinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald