Bjarni í Selvindi hevur fingið eina flúgvandi byrjan uppá tíðina í íslendskum hondbólti. Í gjár spældu skálamaðurin og Valur byrjanardystin í landskappingini, og eins og vikuna frammaundan í stórsteypadystin og í evropeiska dystinum um vikuskiftið, varð 22-ára gamli bakkurin toppskjútti hjá Vali við 7 málum.
21 mál uppá tríggjar dystir er meira enn góðkent hjá Bjarna. Í gjár rakk hetta til ein javnleik móti ÍBV, sum vitjaði í N1-höllinni á Hlíðarenda.
Valur hevði annars vent tí og var á sigurskós, men so skoraði Kári Kristján Kristjánsson í síðstu løtu til 31-31. Strikuspælarin skoraði, eins og Bjarni í Selvindi, sjey mál í allarfyrsta dystinum í Ólis-deildini.
Allan Norðberg spældi ikki nakrar serligan leiklut fyri Val í gjár. Strandingurin og skálamaðurin eru nú ávegis til Kroatia, har Valur leygardagin skal gera arbeiði liðugt í play-off umfarinum í Europa League.
Valur vann 34-25 á á Bjelin Spacva leygardagin - hóast útiliðið var á odda 16-13 í stegðinum. Um Valur tapir við átta málum ella fær betri úrslit enn tað í Kroatia leygardagin 7. september, skulu íslendsku steypavinnararnir spæla bólkaspæl í European League. Uppgerðin er á skránni leygarkvøldið klokkan 18.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald