55 landsdystir, næstflest av øllum, drúgv og trúgv tænasta í fleiri ár men nú er við at vera liðugt.
Bjarta Osberg Johansen staðfesti fyri Portalinum í heyst, at hon fór at gevast á landsliðnum, tá hendan undankappingin er av. Og strikuspælarin er komið til sættis við tað.
Sí eisini: Landsliðskempurnar: Saman í menningini og í ógvuliga ymiskum støðum
![]()
Tær mest royndu á landsliðnum: Strikumakkararnir Bjarta Johansen og Pernille Brandenborg (Mynd: Sverri Egholm)
32-ára gamla Kyndils- og strikukempan staðfestir tó, at tað verður undarligt og kanska heldur kensluborið.
Tó er Bjarta Johansen hugsavnað um, at Føroyar skulu fáa eitt so mikið gott úrslit móti Íslandi í morgin, at tað røkkur til endaspælspláss.
Frá Hoydølum til hondbóltsbrak (Myndir)
Føroyar og Ísland spæla møguliga avgerandi EM-undankappingardyst við Tjarnir í morgin, mikukvøldið 8. apríl klokkan 19. FM1 sendir frá klokkan 18, og Portalurin hevur eisini nógv tilfar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald