Tað hevur verið eitt gott kappingarár fyri føroyingafelagið Fredrikstad, sum áðrenn landsliðssteðgin tryggjaði sær uppflyting til bestu norsku deildina.
Liðið hjá Mikkjali Thomassen var aftur á vøllinum í gjár. Brandur Hendriksson var ikki við, tá Gullbrandur í Horni Øregaard og Sandnes Ulf tóku ímóti.
Tað var Jóannes Bjartlíð tó, og hann javnaði tíggju minuttir fyri steðgin til 1-1 við tryggum brotssparki.
Sandnes kom tó á odda aftur beint fyri steðgin. Leiðslan helt til miðskeiðis í 2. hálvleiki, tá heldur bíligt brotsspark varð dømt móti Gullbrandi Øregaard. Føroyski U21-landsliðsspælarin varð revsaður fyri at halda eitt sindur í Fredrikstad-spælara, og Bjartalíð umsetti aftur til mál og javnaði úr ellivu metrum.
Tað var eisini glóðheiti nummar 14 í hvítum og reyðum, sum avgjørdi dystin. Tað var, tá Jóannes Bjartalíð hegnisliga setti góða vinstra fót sín á innlegg úr vinstru í 84. minutti. Harvið staðfesti hann sítt hattrikk.
Øll málini í 3-2 dystinum síggjast her.
Harvið vann Fredrikstad sín fimta sigur á rað, og liðið hjá Mikkjali hevur ikki tapt seinastu níggju dystirnar. Jóannes Bjartalíð hevur verið framúrskarandi í serliga seinnu hálvu, og hevur 27-ára gamli klaksvíkingurin nú skorað ellivu mál og lagt upp til sjey mál í 25 mál í næstbestu norsku deildini í ár. Eingin í kappingini hevur fleiri málstig enn føroyski landsliðsspælarin.
Nú trý umfør eru eftir er greitt, at Fredrikstad allarhelst vinnur deildina. Málið er síðani ikki bert at støðufesta seg aftur í Eliteseriuni - tað er at skjótt kappast um evropeisk pláss verður staðfest í grein í VG hetta vikuskifti.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald