Fótbóltur

Bjartalíð kom á vøllin í týðandi sigri

Klaksvíkingurin spældi fyrstu minuttirnar síðni 14. august, tá Fredrikstad basti Sarpsborg. Føroyingafelagið er nú bert málúrtøku frá evropeiskum plássi.

Jóannes Bjartalíð hevur ikki spælt nakran landsdyst í ár og hevur so at siga bara spælt kappingardystir í 2024. Nú er hann tó aftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jóannes Bjartalíð hevur ikki spælt nakran landsdyst í ár og hevur so at siga bara spælt kappingardystir í 2024. Nú er hann tó aftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-09-29 16:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann varð ársins spælari í næstbestu norsku deildini í fjør, men í 2024 hevur Jóannes Bjartalíð ikki fingið spælt nógvar fótbóltsdystir.

Ymiskir skaðar hava hildið 28-ára gamla klaksvíkinginum uttanfyri, og í gjár spældi álopskendi miðvallarin sín fimta kappingardyst í ár og sín fyrsta dyst í nærum sjey vikur.

Hetta var, tá Jóannes kom inn seint í dystinum móti Sarpsborg í gjárkvøldið. Talan er um eina grannauppgerð, so tað hevði eyka týdning hjá Fredrikstad at vinna 1-0. Málið kom tíðliga í 2. hálvleiki.

Útisigurin ger, at Fredrikstad nú er á 5. plássið í Eliteserien. Føroyingafelagið hevur eins nógv stig sum Viking, sum í løtuni er á seinasta evropeiska plássinum - Viking hevur spælt ein dyst færri. Fredrikstad vann júst á Viking síðsta vikuskifti, hevur tríggjar sigrar í seinastu fýra dystunum, og sær út til at hava funnið seg til rættis eftir at Mikkjal Thomassen fór síðst í juli.

Elisabet Vang er framvegis fysiskur venjari í felagnum. Brandur Hendriksson hevur verið skaddur seinastu vikurnar. Harvið er einki sum bendir á, at Brandur verður aftur á A-landsliðnum til dystirnar, sum verða spældir í oktober. Spurningurin er eisini, u, tað er heldur tíðliga hjá Jóannesi Bjartalíð.

Håkan Ericson kunngerð í morgin hópin til lykladystirnar á heimavølli móti Armenia og Lettlandi.

Sí eisini: A-landsliðið hevur nógv at prógva

Fredrikstad spælir fjórðingsfinalu í steypakappingini um eina viku. Seks umfør eru eftir av í landskappingini í Noreg.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder