Fótbóltur

Bjartalíð legði upp - Brandur var aftur á vølli

Tað var ein góður dagur fyri Mikkjal Thomassen og Fredrikstad, sum komu á sigurskós aftur í gjár. Hinir føroyingarnir í næstbestu norsku deildini spældu javnleik.

Jóannes Bjartalíð - her eftir sítt seinasta mál fyri KÍ fyribils - legði upp til málið hjá Fredrikstad (Mynd: Bjarni Enghamar)

Jóannes Bjartalíð - her eftir sítt seinasta mál fyri KÍ fyribils - legði upp til málið hjá Fredrikstad (Mynd: Bjarni Enghamar)

2023-05-17 07:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag er tjóðardagur í Noreg, og í tí sambandi var fult umfar í teimum báðum fremstu mansdeildinum í gjárkvøldið.

Fredrikstad hevði spælt tríggjar javnleikir á rað men kom aftur á sigurskós og fekk samstundis sín fyrsta heimasigur. KFUM Oslo vitjaði, og nærum 7.000 áskoðarar sóu dystin í góðveðrinum. Tað var miðskeiðis í fyrra hálvleiki, at Fredrikstad fekk hornaspark í vinstru. Tað tók Jóannes Bjartalíð sær av, og við sínum góða vinstra beini sendi 26-ára gamli klaksvíkingurin bóltin hart og væl inn móti fyrru stong, har verjuspælarin Stian Molde stútaði bólin í málið hjá KFUM.

Fredrikstad hevur bert latið tvey mál inn í ár og helt eisini málið reint í hesum dystinum í 8. umfari. Eingin hevur latið færri mál enn liðið hjá Mikkjal Thomassen, ið nú er á 3. plássi og kappast um uppflyting - einki lið í OBOS-deildini hevur heldur skorað færri mál (fimm).

Eitt sum eisini var ógvuliga jaligt fyri Mikkjal Thomassen, Fredrikstad, føroyska A-landsliðið og spælaran sjálvan var, at Brandur Hendriksson Olsen kom á vøllin, tá tjúgu minuttir vóru eftir. 27-ára gamli skálvíkingurin hevði ikki spælt ein kappingardyst í eitt og eitt hálvt ár vegna knæskaða, men nú fekk hann fitt av minuttum í sigri fyri nýggja felag sítt. Jóannes Bjartalíð spældi 84 minuttir.

[object Object]
Brandur spældi landsdyst í Ísrael í november 2021. Í uppstartinum til kappingarárið hjá Helsingborgs í fjør sleyt skálvíkingurin krossbandið - nú er hann á vøllinum fyri Fredrikstad í Noreg (Mynd: Hans Erik Danielsen) 

[object Object]
Mikkjal Thomassen, Jóannes Bjartalíð og hinir eru ósigraðir í OBOS-deildini. Tríggir sigrar og fimm javnleikir er úrttøkan hjá Fredrikstad higartil, og liðið er beint undir beinleiðis uppflytingarplássunum (Mynd: Bjarni Enghamar)

Málveitsla hjá Gullbrandi - málleyst hjá Bryne

Tveir aðrir føroyingar vóru á vølli í OBOS-deildini í gjár. Gullbrandur Øregaard var skaðadarvaður fyri nøkrum vikum síðani og hevur ikki spælt so nógv í hesum mánaðinum, sum hann gjørdi í gjár. U21-landsliðsspælarin kom inn í miðverjuna hjá Sandnes Ulf, tá tað var 3-2 til Start. Tað eydnaðist Gullbrandi og liðfeløgunum at fáa javnleik í trupla útidystinum við málið seint í dystinum. Sandnes Ulf hevur sjey stig og er beint omanfyri niðurflytingarstrikuna.

Bryne fekk eisini eitt stig. Noah Mneney spældi fyrra hálvleik, og Rógvi Baldvinsson sat á bonkinum allar 90 minuttirnar, tá Bryne spældi málleysan javnleik á heimavølli móti Jerv. Bryne er miðskeiðis á stigatalvuni - á 9. plássi við 10 stigum. 16 lið eru í deildini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder