18. umfar í OBOS-deildini var í gjár, og fleiri føroyingar vóru í eldinum.
Fredrikstad var ósigrað undan útidystinum og oddadystinum móti KFUM Oslo í gjár, men liðið hjá Mikkjali Thomasen tapti hesaferð. Tað byrjaði annars væl, tá Jóannes Bjartalíð í 17. minutti snilt fann Rikki Alba, sum trygt skoraði til 1-0.
Málið sæst her
KFUM javnaði fimm minuttir eftir hálvleik, og í 59. minutti legði heimaliðið seg á odda 2-1. Brandur Hendriksson kom á vøllin stutt seinni, men hann Bjartalíð og hinir fingu ikki vent tí. Harvið er KFUM Oslo nú bert eitt stig aftanfyri Fredrikstad, ið framvegis er á 2. plássi. Hetta gevur uppflyting til bestu norsku deildina.
Tólv umfør resta í, og í hinum endanum av stigatalvuni vunnu føroyingafeløg týdningarmiklar sigrar.
Sandnes Ulf vann 2-0 á heimavølli móti Moss og flutti seg harvið longur burtur frá niðurflytingarstrikuni. Gullbrandur í Horni Øregaard spældi fullan dyst á sentrala miðvøllinum. Hetta var fimti dysturin á rað, at U21-landsliðsspælarin spældi fullan dyst fyri Sandnes, ið er á 13. pláss.
Bryne vann eisini lykladyst, tá Hødd vitjaði. Noah Mneney kom á vøllin í 84. minutti til dramatiska endan. Fyrst javnaði Hødd til 1-1, men so skoraði Bryne til 2-1 í yvirtíðini. Bryne er á 11. plássi - tvey stig frammanfyri Sandnes. Rógvi Baldvinsson var triðja dystin á rað ikki tøkur.
Stigatalvan sæst her
Gullbrandur Øregaard hevur áður gjørt vart við seg á U21-landsliðnum (Mynd: Sandnes Ulf)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald