1/32-finalurnar í norsku steypakappingini hjá monnum - MN Cup - vóru á skránni í gjárkvøldið. Talan er um 2. høvuðsumfar. Ein rúgva av dystum vórðu spældir kring Noreg, og nakrir føroyingar vóru í eldinum.
Fredrikstad vitjaði Ørn Horten, sum til dagliga spælir í triðbestu deildini, í útsynningspartinum av Noreg. Ein deild er á muni millum feløgini, og eitt mál var á muni í gjár. Tað kom ikki fyrrenn í yvirtíðini. Mikkjal Thomassen hevði valt at byrja inni við Brandi Hendrikssyni og við Jóannes Bjartalíð á bonkinum. Bjartalíð kom á vøllin í 2. hálvleiki, og hann avgjørdi dystin við sínum fyrsta máli fyri Fredrikstad. Tað var í yvirtíðini, at nummar 14 varð spældur fríur í kontraálopi, og við sínum "kalda" høgra beini setti klaksvíkingurin bóltin trygt í netið. Frederikstad tekur móti Viking úr best deildini í næsta umfari.
Bryne og Sandnes Ulf spældu eisini móti liðum úr triðbestu liðini, men teybæði føroyingafeløgini taptu. Noah Mneney javnaði annars fyri Bryne í Haugesund, men Vard vann tó kortini 3-1. Hetta var annað málið hjá unga føroyska landsliðsmiðvallaranum í ár.
20-ára gamli fuglfirðingurin stóð fyri málinum hjá Bryne (Mynd: Sverri Egholm)
Liðið hjá Gullbrandi Øregaard tapti 2-1 á útivølli fyri Nest-Sotra. Harvið eru fleiri føroyingar úti av norsku steypakappingini eftir tap fyri liðið úr lægri deild.
Tað er ikki so stórur munur millum tey góðu liðini í triðbestu deildini og fleiri av liðunum í OBOS-deildini, og trý lið úr Eliteserien taptu eisini móti liðum úr "Division 2": Siðbundna sterka Rosenborg er í trupulleikum í løtuni og tapti 2-1 fyri Stjørdals Blink. Harvið er trýstið á venjaranum Kjetil Rekdal væl størri. Lillestrøm, ið var í steypafinaluni fyri síðsta kappingarár, tapti eisini á útivølli fyri liði úr triðbestu deildini: Ull/Kisa vann eftir longda leiktíð. Stabæk vitjaði hjá Kjelsås, og við nærum eykaliði tapti Eliteserie-liðið 3-1.
Bodø/Glimt var millum liðini, sum eisini hevði trupulleikar. Grannauppgerðin móti Junkeren, sum er í triðbestu deildini, varð ikki avgjørd fyrrenn í 87. minutti. Næsta umfar av NM Cup verður longu mikudagin 7. juni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald