Fótbóltur

Bjarti verjir málið - Mikkel Dahl á bonkinum

Teitur Matrass Gestsson er skaddur, og Mads Borchers verður fremsti maður ístaðin fyri Mikkel Dahl. Her er byrjanaruppstillingin hjá HB til dystin móti Derry klokkan 19.

Hetta er aðru ferð, at Bjarti skal royna seg í HB-málinum í slíkum dysti (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta er aðru ferð, at Bjarti skal royna seg í HB-málinum í slíkum dysti (Mynd: Sverri Egholm)

2023-07-13 18:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB tekur í kvøld móti Derry City í fyrra dystinum í fyrsta umfarið í UEFA Conference League. Tað hevur gingist væl í seinastu mongu evropeisku heimadystunum hjá HB, og tað kann hava nógv at siga at fáa eitt gott útgangsstøði við til seinna dystin í næstu viku.

Jákup Martin Joensen stendur á odda fyri sínum fyrsta evropeiska dysti, og hetta er hansara lið frá byrjan: 

HB (4-3-3): Bjarti Vitalis Mørk - Hanus Sørensen, Bartal Wardum, Hørður Askham, Viljormur Davidsen (L) - Adrian Rúnasson Justinussen, Emil Berger, Dan í Soylu - Áki Debes Samuelsen, Mads Borchers, Ári Mohr Jónsson

Bonkur: Trygvi Askham, Heðin Hansen, Tróndur Jensen, Jákup Thomsen, Heri Hjalt Mohr, Mikkel Dahl, Ejvind Restorff Mouritsen, Mattias Præst Nielsen, Daniel Johansen, Samuel Johansen Chukwudi

[object Object]
Mynd: UEFA

Merkisvert er millum annað, at Bjarti Vitalis Mørk verjir málið. Teitur Matras Gestsson er skaddur - lærskaðin hann fekk móti Kekkia er nógv meira álvarsamur, enn fyrst hildið var. 

Ferð er umráðandi á fremstu plássunum. Ári Mohr Jónsson verður vinstri kantur, og Mads Borchers skal royna seg sum fremsta mann í sínum fyrsta evropeiska dysti. Mikkel Dahl er ein av mongu spennandi møguleikunum frá beinkinum.

Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 19. Dysturin sæst hjá Televarpinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder