25. januar bjóðar Parasport Føroyar børnum og ungum við serligum tørvi at royna special olympics ítrótt í Klaksvík.
Eingi ítróttarlig ella onnur krøv eru fyri at luttaka í tiltakinum, men Parasport Føroyar viðmælir, at fylgjarar koma við temum, ið hava trupult við at skilja boð ella á annan hátt hava størri tørv á stuðli. Høvið verður at royna ítróttirnar svimjing, boccia, fótbólt og fimleik, skrivar Parasport Føroyar.
Special Olympics er felagsskapur, ið skipar fyri ítrótti til fólk við serligum tørvi. Annaðhvørt ár verður skipað fyri heimsleikum fyri tey ið eru serliga íðin í sínum ítrótti.
Parasport hevur havt luttakarar við í Special Olympisku summarleikunum síðani 2023, og er eisini ætlanin at verða við tá leikirnir verða í Chile í 2027.
Eingi krøv eru til diagnosur, tíðir ella annað tá ein kappast í Special Olympics, bert at man hevur serligan tørv, ger sítt besta, og venur regluliga. Umfram at luttaka í heimsleikum, so luttaka føroyskir íðkarar javan í ymiskum smærri kappingum í Føroyum og ymsastaðni í Evropa.
Tiltakið verður, sum áður nevnt 25. januar, og byrjað verður í KÍ-høllini. Freistin at melda seg til er 22. januar. Meira kunning fæst á parasport.fo.
Skráin fyri dagin er:
Kl. 10.00 Vælkomin
Kl. 10.15 Felags upphiting
Kl. 10.30 Ítróttir: fimleikur, svimjing og fótbóltur
Kl. 11.15 Stuttur steðgur
Kl. 11.15 Ítróttir: fimleikur, fótbóltur og boccia
Kl. 11.45 Miðmáli - allir luttakarar fáa eina ókeypis tvíflís og okkurt drekkandi
Kl. 12.15 Ítróttir: svimjing og boccia
Kl. 13.00 Takk fyri í dag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald