Bláa Bylgjan skipar í morgin fyri upphiting í hølunum hjá Norðoya Kvinnufelag á Bøgøtu 4 (hjá Húsmøðrafelagnum. Upphitingin er frá klokkan 17.30, og er hon í sambandi við Champions League dystin hjá KÍ móti Häcken.
Á skránni verður m.a. andlitismáling, søla av fjepparaútgerð, børn kunnu mála fløgg o.a. Eisini verða bóltspøl, har møguleiki er at vinna eina KÍ-blusu við undirskriftum frá øllum leikarunum.
Á økinum uttanfyri gamla skýlið, men innanfyri dystarhegnið, verður eisini eitt telt sett upp, har ymiskt drekkandi verður at fáa til keyps. Eisini verður ymiskt at fáa av grillini.
Vónandi møta mong upp í bláum og hava tað góða lagið við til hesa stóru uppgávuna í Champions League.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald