Hann var ikki millum teir sum vóru úttiknir til næstu dystirnar hjá danska manslandsliðnum, men nú eru boð eftir honum.
Lasse Svan hevur fingið ein skaða, og verður spardur í tveir dystir. Sostatt er Jóhan á Plógv Hansen í hitanum aftur, og verður við í hópinum tá Danmark spælir móti Noreg og Fraklandi í Golden League í Fraklandi fyrst í januar, boðar danska Hondbóltsssambandið frá.
Jóhan á Plógv er triðja valið á høgra vongi í danska hópinum. Lasse Svan er fyrstaval, og Hans Lindberg er numma tvey í røðini. Lindberg gjørdist skaddur undir HM í fjør, og 25 ára gamli føroyingurin var tí boðsendur, og hann var við til at vinna danskarum HM-gullheiðursmerki.
EM-endaspælið verður um miðjan januar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald