Ungi fuglfirðingurin á Víkingaliðnum hevur fingið landsliðsboð. Noah Mneney.
Tað veit tíðindasíðan in.fo at siga í kvøld.
Noah Mneney er 19 ára gamal, og kemur inn sum miðvallaleikari fyri liðskiparan Hall Hansson, sum farna vikuskiftið í dysti fyri KR Reykjavík, fekk álvarsligan knæskaða og verður úti í eitt ár.
A-landsliðið hevur venjing á Tórsvøli í morgin seinnapartin, og tá verður hond sett á seinastu fyrireikingarnar undan dystinum sunnukvøldið móti Turkalandi.
In.fo skrivar, at Sølvi Vatnhamar, er tøkur aftur eftir leikbann, og tí verður Noah Mneney 24. maðurin í hópinum. 23 spælarar kunnu vera á dómaraseðlinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald