Annað

Bogaskjóting: Kaj vann FM í shoot-off

FM-finalan hjá monnunum í compound bleiv ein jøvn og spennandi hólmgonga millum systkinabørnini Kaj Johannesen og Jóannes Poulsen.

(Mynd: Bogaskjótisamband Føroya)

(Mynd: Bogaskjótisamband Føroya)

2026-03-02 18:59 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

FM-finalan hjá compoundmonnunum bleiv ein jøvn og spennandi hólmgonga millum systkinabørnini Kaj Johannesen og Jóannes Poulsen. Eisini í hinum bólkunum var spenningur og gott undirhald sunnudagin, og Grand Prix-vinnararnir blivu eisini funnir.

Aftur í ár beyð FM-kappingin hjá teimum vaksnu uppá áhugaverd úrslit – okkurt teirra eisini óvæntað. Kaj Johannesen úr Ørvi fór av álvara at skjóta aftur í vetur eftir ein fleiri ára langan steðg. Hann hevur eisini tikið seg nógv fram gjøgnum veturin, og var við á føroyska EM-liðnum í Bulgaria í februar, men at hann skuldi fara avstað við FM-gullinum, var tó heldur óvæntað.

Favoritturin var systkinabarnið hjá honum, Jóannes Poulsen úr Ørvi, sum í fleiri ár hevur skarað framúr, tá tað ræður um úrslit í altjóða kappingum. 2025 mundi vera tað besta árið hjá honum í so máta. Hann plagar eisini oftast at vera omaná í teimum heimligu kappingunum, og áðrenn FM-kappingina sunnudagin hevði Jóannes vunnið allar grand prix-kappingarnar í innandura vetrarkappingini.

Men júst FM-kappingarnar eru farnar at arga hann, tí í fjør bleiv hann koppaður av liðfelaganum, Nikkel Petersen, og sunnudagin mátti hann so lúta fyri Kaj í eini sera spennandi finaluhólmgongu.

Eftir teir regluligu fimm ferðir tríggjar pílarnar stóð á jøvnum 143-143, so neyðugt var við shoot-off fyri at finna vinnaran. Her var Kaj tann neyvari, hann rakti 10’aran og Jóannes 9’aran.

Nógv meira um FM-kappingarnar í bogaskjóting um vikuskiftið er at síggja á heimasíðuni hjá Bogaskjótisambandi Føroya 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder