
Fredericia fer eftir ætlan at kunngerða ein nýggjan málverja í vikuni. Hetta kunngjørdi ítróttarstjóri felagsins á TV3 Sport sunnudagin undan Superliga-dystinum móti Randers.
Dystin vann Fredericia, og harvið heldur góða gongdin hjá uppflytarunum fram. Mattias Lamhauge vardi málið hjá liðnum á 4. plássinum væl, og var 26-ára gamli havnarmaðurin tryggur í hansara atgerðum.
Sí eisini: Mattias Lamhauge helt málið reint í Superliga-sigri
Á sosialu miðlunum hjá Fredericia fær føroyingurin eisini sítt rós, og fleiri skilja ikki, hví felagið nú skal keypa ein nýggjan málverja: Tí málverjin hevur staðið royndina í sínum fýra Superliga-dystum.
Júst avrikið sunnudagin vakti eisini ans hjá viðmerkjarum og donskum miðlum. Stóra fótbóltssíðan bold.dk hevur Mattias Lamhauge sum aftasta skansa á sínum vikuliði fyri 6. umfar í Superliguni.
Mattias besti málverji í umfarinum í bestu donsku deildini sambært bold.dk (Skíggjamynd)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald