Fótbóltur

Bólkaspælið kemur at enda í kvøld

Spania skal hava minst eitt stig á heimavølli móti Slovakia fyri at koma víðari, og Svøríki spælir fyri fyrsta plássinum. Í bólki F er einki avgjørt, men alt bendir á, at tey trý stórliðini koma víðari. Nummar tvey í "deyðans bólki" skal spæla ímóti Onglandi í áttandapartsfinaluni.

Ronaldo og Havertz, ið skoraðu eitt mál hvør í München leygardagin. Í kvøld skulu teir royna at spæla síni lið í so góða støðu sum gjørligt (Mynd: EPA)

Ronaldo og Havertz, ið skoraðu eitt mál hvør í München leygardagin. Í kvøld skulu teir royna at spæla síni lið í so góða støðu sum gjørligt (Mynd: EPA)

2021-06-23 14:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Seinastu fýra dystirnir í EM-bólkaspælinum verða leiktir í kvøld.

Fyrst er tað bólkur E, ið verður avgreiddur. Svøríki liggur væl fyri í mun til at tryggja sær fyrsta plássið, og í kvøld er uppgávan Pólland í Sankta Pætursborg. Pólland fekk eitt gott stig í Spania leygarkvøldið - Robert Lewandowski skoraði málið - men hetta er eisini einasta stigið, ið Pólland higartil hevur fingið. Harvið er ein sigur eitt krav ímóti Svøríki, ið ikki hevur latið eitt mál inn higartil. Dejan Kulusevski, ein spennandi álopskendur leikari, verður helst at síggja aftur - hann hevur havt koronusmittuna. Ymsastaðni verður meira álopskent og frískligt spæl frá svium eftirlýst. Higartil hevur tað snúð seg mest um at vera vælskipaðir uttan bólt, og so at Alexander Isak og Emil Forsberg skulu skapa nakað frameftir. Tað hevur eisini eydnast higartil. Liðið hjá Janne Andersson er víðari, men spurningurin er bara, hvussu væl 

[object Object]
Alexander Isak hevur av álvara gjørt vart við seg í teimum fyrstu dystunum - nú leitar hann eftir málinum. Laporte og Spania leita eftir sínum fyrsta sigri (Mynd: EPA)

Í Spania er trýstið stórt. Liðið hevur bert fingið tvey stig higartil - 0-0 móti Svøríki og 1-1 móti Póllandi. Nú fær liðið hjá Luis Enrique en møguleika afturat á La Cartuja í Sevilla. Spania skal hava minst eitt stig fyri at koma víðari, men ein sigur gerst so at siga eitt krav fyri spaniólar, ið hava havt trupult við at skapa stórar málmøguleikar og skora mál hóast stóra leikliga yvirvág. Liðið manglar eisini teir veruliga profilarnir og leiðararnir, ið Spania fyrr ráddi yvir. Slovakia stendur seg við javnleiki og kemur møguliga víðari sum trý'ari hóast tap.

Spenningur í deyðans bólki

Einki er avgjørt í síðst bólkinum, bólki F, sum síðani lutakastið hevur verið nevndur deyðans bólkur. Evropameistararnir, heimsmeistararnir og Týskland endaðu í sama bólki, og harvið komu tríggir stórdystir á skránna. Tann síðsti av teimum verður á skránni í Budapest kvøld. Har vilja bæði liðini hava uppreisn. Frakland fekk bert 1-1 javnleik á sama leikvølli leygardagin, og Portugal tapti 4-2 fyri Týsklandi í München. Frakland er víðari úr bólkinum og kann tryggja sær fyrsta plássið við sigri á evropameistarunum, ið skulu hava eitt stig fyri at vera púra tryggur í at koma víðari - talan verður helst um ein ógvuliga spennandi dyst.

[object Object]
Mbappé hevur framvegis sítt fyrsta mál í endaspælinum til góðar (Mynd: EPA)

Í Týsklandi er heimaliðið stórfavorittur, og sjálvsálitið hjá monnunum hjá Joachim Löw er helst høgt eftir ógvuliga vælleikta dystin móti Portugal. Mótstøðuliðið í kvøld hevur tó gjørt tað væl. Ungarn varð mett sum greitt veikasta liðið í bólkinum, og tað er tað eisini á pappírinum, men í fyrsta dystinum móti Portugal var støðan 0-0 fram til 84.minutt, og í vikuskiftinum fingu heimsmeistararnir bert eitt stig í Budapest. Nú er heimavallarfyrimunurin ikki har, men Ungarn fer at gera alt fyri at spæla sín møguleika fyri at koma víðari í kappingini  

Nummar tvey í "deyðans bólki" skal spæla ímóti Onglandi á Wembley í áttandapartsfinaluni. Vinnarin skal spæla ímóti einum trý'ara - helst Sveis.


Bólkur E
Mikudagin 23.06

17.00
La Cartuja, SevillaSpania - Slovakia
Gazprom Arena, Sankta Pætursborg: Svøríki - Pólland

1. Svøríki 4 stig - er víðari
2. Slovakia 3 stig
3. Spania 2 stig
4. Pólland 1 stig


Bólkur F
Mikudagin 23.06

20.00
Allianz Arena, München: Týskland - Ungarn
Puskás Arena, Budapest: Frakland - Portugal

1. Frakland 4 stig -  er víðari
2. Týskland 3 stig
3. Portugal 3 stig
4. Ungarn 1 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder