Fótbóltur

Bólkaspælið kemur at enda í kvøld

Svenskur vertirnir hava fýra stig við sær víðari, og Ísland er millum liðini, sum eru komin víðari við tveimum stigum. Danmark og Noregi skulu royna at tryggja sær fýra stig við í høvuðsumfarið í kvøld.

Mathias Gidsel hevur higartil undirhildið í Malmö. Í kvøld skulu hann og liðfelagirnir basa Tunesia (Mynd: EPA)

Mathias Gidsel hevur higartil undirhildið í Malmö. Í kvøld skulu hann og liðfelagirnir basa Tunesia (Mynd: EPA)

2023-01-17 14:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HM í manshondbólti nummar 28 í røðini hevur verið í gongd seinastu seks dagarnar í Póllandi og Svøríki. Tað er skipað á tann hátt, at heili 24 av teimum 32 londunum koma víðari úr innleiðandi bólkaspælinum, og eftir dystirnar í gjár, tá helmingurin av liðunum spældu í síðsta umfarið í bólkaspælinum eru tveir bólkar í høvuðsumfarinum (millumumfarið) komnir heilt uppá pláss.


Høvuðsumfarið

Bólkur I
1. Spania 4 stig
2. Frakland 4 stig
3. Slovenia 2 stig
4. Montenegro 2 stig 
5. Pólland 0 stig 
6. Iran 0 stig

Bólkur II

1. Svøríki 4 stig
2. Portugal 2 stig
3. Ísland 2 stig
4. Ungarn 2 stig
5. Brasil 2 stig
6. Grønhøvdaoyggjarnar 0 stig

Her sæst yvirlit yvir dystarskránni í hesum bólkunum

Tey stigini, ið liðini hava við sær, eru tey sum eru vunnin móti øðrum liðum, sum hava spælt seg víðari. Áðrenn vikan er av, hava øll hesi liðini omanfyri spælt tríggjar dystir afturat. Tað eru dystir móti teimum liðunum, ið ikki vóru í sama bólki í innleiðandi bólkaspælinum.

Sum dømi vóru Svøríki, Brasil og Grønhøvdaoyggjarnar í bólki saman og skulu nú spæla móti Portugal, Ísland og Ungarn, ið "vunnið á hvørjum øðrum" í teirra bólki. Harvið fær Svøríki nú eina størri avbjóðing og helst tættari dystir, men svensku vertirnir hava fyrimunin við at hava fýra stig við sær. Tvey lið koma víðari til fjórðingsfinaluna úr hvørjum bólki.

[object Object]
Vinstri vongurin hjá Íslandi, Bjarki Már Elisson, er í løtuni toppskjútti í HM-endaspælinum við 26 málum.

Hvussu hinir báðir bólkarnir í høvuðsumfarinum fara at síggja út fæst endaliga greiða á í kvøld, tá seinastu átta dystirnir í bólkaspælinum eru á skránni:

17.00:
Algeria - Týskland (Bólkur E)
Norðurmakedónia - Argentina (Bólkur F)
USA - Egyptaland (Bólkur G)
Belgia - Bahrain (Bólkur H)

19.30
Katar - Serbia (Bólkur E)
Niðurlond - Noreg (Bólkur F)
Kroatia - Marokko (Bólkur G)
Tunesia - Danmark (Bólkur H)

Týskland, Egyptaland, Noreg, Niðurlond og Danmark hava øll fýra stig undan dystunum og skulu í kvøld stríðast fyri at fáa fýra fýra stig við sær víðari - hjá Noregi og Niðurlondum er talan um eina innanhýsis uppgerð um fyrsta plássið í bólkinum. Serbia og Katar eru víðari og spæla um at fáa tvey stig víðari til høvuðsumfarið.

Danmark hevur vunnið báðar sínar dystir við 15 málum og hevur spælt sannførandi hondbólt. Í kvøld er nýggju maður í hópinum: Mikkel Damsgaard er komin til Svøríkis fyri at fyribils avloysa Rasmus Lauge, ið hevur skaða í tjúkkanum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder