Fótbóltur

Borchers avgjørdi við frísparki móti B36

Fyri triðju ferð í ár vann HB á grannunum - uttan at lata mál inn - og nú er liðið hjá Jákup Martini Joensen greiður fyrsti avbjóðari hjá KÍ.

Fagnaður í norðara enda eftir flotta frísparksmálið hjá Mads Borchers (Mynd: Sverri Egholm)

Fagnaður í norðara enda eftir flotta frísparksmálið hjá Mads Borchers (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-10 20:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

HB hevur framvegis ræðið á Havnini. Hetta varð aftur staðfest í kvøld, tá B36 og HB spældu um 2. plássið í 13. umfari í Betrideildini - hetta var dystur nummar 14 hjá báðum liðunum, ið skjótt hava evropeiskar uppgávur á skránni.

Eftir ein heldur deydligan fyrra hálvleik, har bæði liðini vóru rímiliga varin, kom meira lív í dystin eftir steðgin. B36 hevði verið naskari í fyrra hálvleiki, og serliga var Bjarki Nielsen nær við.

Í seinna hálvleiki var tað tó meira HB, og sum hálvleikurin leið komu teir í reyðum og svørtum tættari - tó at talan framvegis var um javna uppgerð.

[object Object]

[object Object]
Myndir: Sverri Egholm

Tá beint undir tíggju minuttir vóru eftir, fekk HB fríspark í vandamiklari støðu nakað til høgru. Adriasn Justinussen var ikk ivið vegna skaða, men Mads Borchers tók ábyrgd, og smekkaði bóltin uppum manngarðin og framvið Mattiasi Lamhauge.  

B36 gjørdi eina roynd at javna og hevði fleiri vandamiklar hornasparksstøður, men HB stóð ímóti og helt málið reint móti B36 fyri triðju ferð í ár. Teir reyð-svørtu hava vunnið tríggjar dystir móti grannunum í ár - tveir í Betrideildini og ein í steypakappingini.

HB er sjey stig aftanfyri KÍ og nú fimm stig frammanfyri B36, ið á ein hátt er endað í einum ongamannalandi, eftir at tað enn einaferð ikki eydnaðst at basa HB.


Betrideildin hjá monnum, 13. umfar
Í dag, leygardagin 9. juni

HB - B36 1-0 (0-0)

EB/Streymur - B68 2-0 (2-0)
18' Andras Olsen (Gutti Dahl-Olsen) 1-0
31' Rógvi Egilstoft (Bergur Poulsen)
 
KÍ - TB 1-0 (1-0)
9'Óli Eyðsteinsson Poulsen (René Shaki Joensen)

07 Vestur - Víkingur 3-2 (2-1)
21' Sølvi Vatnhamar (Geza Turi) 0-1
43' Magnus Holm Jacobsen br. 1-1
45 (+3)'  Magnus Holm Jacobsen br. 1-2
61' Finnur Justinussen (Sølvi Vatnhamar) 2-2
72' Oddur Petersen 3-2


Í morgin, sunnudagin 11. juni
15.00: AB - ÍF

Stigatalvan

1. KÍ 42 stig (14 dystir)
2. HB 35 stig (14 dystir)
3. B36 30 stig (14 dystir)
4. Víkingur 21 stig (14 dystir)
5. 07 Vestur 19 stig (13 dystir)
6. EB/Streymur 13 stig (13 dystir)
7. B68 11 stig (13 dystir)
8. ÍF 9 stig (12 dystir)
9. TB 9 stig (13 dystir)
10. AB 1 stig (12 dystir)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder