Oyggjaleikir 2019

Borðtennis: Føroyar í eini semifinalu

Systrarnar Anna og Rakul hava tryggja heiðursmerki í borðtennis.

Anna og Rakul Mikkjalsdóttir spæla um heiðursmerki í morgin

Anna og Rakul Mikkjalsdóttir spæla um heiðursmerki í morgin

2019-07-11 21:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Í sekstandapartsfinalunum í einmansleiki fyri menn vunnu Eyðun Fríðursson Ellendersen 4-0 á einum frá Falklandsoyggjunum og Hallur Thorsteinsson vann tepran 4-3 sigur á einum álendingi. Hinvegin tapti Fróði Fríðason Jensen 4-1 móti einum av Jersey.

Í áttandapartsfinalunum taptu bæði Eyðun og Hallur. Eyðun 4-0 móti einum av Jersey og Hallur 4-1 móti einum av Isle of Wight, og sostatt eru menninir ikki umboðaðir í fjórðingsfinalunum.

Í einmansleiki fyri kvinnur tapti Anna Mikkjalsdóttir sera tepurt 4-3 móti eini um lokalum leikara úr Gibraltar í sekstandapartsfinaluni. Hinvegin vann systirin Rakul Mikkjalsdóttir 4-1 á eini av Guernsey meðan Sólja Hilduberg Djurhuus slapp víðari uttan dyst.

Í áttandapartsfinalunum tapti Rakul 4-0 móti eini aðrari av Guernsey, meðan Sólka Hilduberg Djurhuus tapti 4-2 mót Pipaluk Serubabelsen úr Grønlandi.

Kvinnurnar eru sostatt heldur ikki umboðaðar í fjórðingsfinalunum. Grønlendingar hinvegin hava tvær kvinnur við her.

Í tvímansleiki fyri menn taptu Pætur Albinus og Eyðun F. Ellendersen í áttandapartsfinalunum 3-0 móti einum pari av Isle of Wight meðan Fróði F. Jensen og Hallur Thorsteinsson vunnu 3-0 á einum pari av Cayman.

Í fjórðingsfinaluni máttu teir so lúta við einum 3-0 tapi móti einum pari av Jersey.

Í tvímansleiki fyri kvinnur megnaðu Sólja Hilduberg Djurhuus og Britt Michelsen ikki at spæla seg víðari úr bólkaspælinum. Systrarnar Anna og Rakul Mikkjalsdóttir vunnu hinvegin sín bólk, og komu í fjórðingsfinalurnar, har tær vunnu ein javnan 3-2 dyst móti einum pari úr Álandi.

Sostatt hava tær tryggja Føroyum minst bronsu. Í hálvfinaluni í morgin skulu tær spæla móti Evelinu Carlsson og Elin Schwartz úr Gotlandi.

Í blandaðum tvímansleiki hendi tað, at Pætur Albinus og Sólja H. Djurhuus øðrumegin møttu Halli Thorsteinsson og Rakul Mikkjalsdóttir í 16 partsfinaluni. Her vunnu Thorsteinsson og Mikkjalsdóttir. Fróði F. Jensen og Anna Mikkjalsdóttir komu víðari uttan dyst.

Í áttandapartsfinalunum vunnu Anna og Fróði á einum pari av Guernsey, meðan systirin Rakul saman við Halli taptu móti einum sterkum pari av Isle of Wight. Tað serliga í hesi støðuni var, at høvdu Hallur og Rakul vunnið skuldu tey møtt hinum føroyska parinum: systir móti systir og vinmaður móti vinmanni.

Men Isle of Wight var sterkari enn Hallur og Rakul og í fjórðingsfinaluni var heldur einki at gera hjá systrini og vinmanninum, so Føroyar eru ikki umboðaðar í fjórðingsfinaluni. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder