Oyggjaleikir 2019

Borðtennis: Lættur sigur í fyrsta umfari

Bólkafinalan verður móti Grønlandi klokkan 16 í dag.

2019-07-07 14:45 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Borðtennislandsliðið fekk eina lætta byrjan upp á liðkappingina í dag. Í borðtennishøllini stóð lítla ermasundsoyggin Alderney hinu megin borðið.

Og tað gjørdist ein lættur sigur. Føroyingar vunnu allar sjey dystirnar.

Seinnapartin verður so bólkafinalan móti grønlendingum, sum eisini fyrr í morgun bastu Alderney 7-0.

- Tað hevur stóran týdning fyri okkum at gerast nummar eitt í bólkinum, tí liðið sum endar á øðrum plássi skal møta Gotlandi í fjórðingsfinaluni, og tað vilja vit helst sleppa undan, sigur Andras Nolsøe, formaður í borðtennissambandinum.

Vinnarin av bólkinum skal spæla móti einum tveyara í einum øðrum bólki, og tað verður mett at vera ein betri kjansur í royndini at koma í hálvfinalurnar, har dystirnir um heiðursmerki verða avgjørdist.

Á oyggjaleikunum seinast gjørdust Føroyar nummar seks í liðkappingini. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder