Annað

Borðtennis: Oyggjaleikalandsliðið er úttikið

Føroyska landsliðið í borðtennis skal umboða Føroyar á oyggjaleikunum á Guernsey í summar.

2023-03-22 07:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Borðtennissamband Føroya: Føroyska landsliðið í borðtennis, sum skal umboða Føroyar á oyggjaleikunum á Guernsey í døgunum 8. til 14. juli, er nú úttikið.

Talan er um ein stinnan hóp, eitt nú við Henriettu Nørr og Duritu Fríðadóttir Jensen, sum vunnu gull í tvímansleiki á oyggjaleikunum í Gotlandi í 2017.

Av teimum átta, sum eru úttikin, eru trý við á fyrsta sinni – nevniliga Albert Weihe Wolfsberg, Ári Fríðason Jensen og Anja Wongwai.

16 ára gamli Albert Weihe Wolfsberg, sum spælir við danska felagnum HGI í Hillerød, gjørdist føroyameistari í fjør, og spennandi verður at síggja tann unga hálva føroyingin kappast á oyggjaleikunum.

Nevnast kann eisini, at úttøkan av Ára Fríðasyni Jensen fullførir tyssið av teimum dugnaligu Jensen-borðtennissystkjunum, tí nú eru øll trý systkini – Fróði, Durita og Ári – á landsliðnum.


Menn
Albert Weihe Wolfsberg
Ári Fríðason Jensen
Fróði Fríðason Jensen
Hallur Thorsteinsson

Kvinnur
Anja Wongwai
Britt Michelsen
Durita Fríðadóttir Jensen
Henrietta Nørr

Venjarar
Simon Nykjær-Fisher
Pætur Albinus

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder