Í gjár, leygardagin 14. januar, varð triðja Grand Prix-umfar í føroyskum borðtennis spælt í Høllini á Hálsi í Havn.
Talan var um triðja út av í alt seks umførum, sum spæld verða í røðini av Grand Prix-umførum.
Tá ið øll seks umførini eru spæld, verða stigini tald saman, og samlaðir vinnarar verða útnevndir í øllum aldursbólkunum, skrivar Borðtennissamband Føroya í tíðindaskrivi.
Næsta kapping verður 11. februar í Havn.
Úrslitini frá triðja Grand Prix-umfari gjørdust hesi:
Bólkur A
1. Fróði Fríðason Jensen (Tór)
2. Peter Hentze Niclasen (Tór)
3. Ári Fríðason Jensen (Tór)
4. Sveinur Mortensen Nolsøe (Tór)
5. Britt Michelsen (TBF)
6. Heri Lava Láadal (Tór)
7. Hjalgrím Fonsdal Højgaard (TBF)
Bólkur B
1. Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF)
2. Hans Jacob Gaard Petersen (TBF)
3. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
4. Ólavur Hammer (TBF)
5. Jósva Fonsdal Højgaard (TBF)
6. Teitur Haraldsen Albinus (Tór)
7. Poul Knút Poulsen (TBF)
Bólkur C
1. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)
2. Hadassa Schwartson Christiansen (Tór)
3. Tummas Wilhelm (Tór)
4. Finnur Stórhamar (TBF)
5. Suni á Lava (Tór)
6. Róin Tjørná (Tór)
7. Ari Seyer (Tór)
8. Benjamin Rasmussen (Tór)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald