Annað

Børnini, breiddin, og tey bestu er evnið á Ítróttatingi

ÍSF skipar frá klokkan 13 í dag fyri Ítróttatingi á Hotel Hafnia. Evnið er "Børnini, breiddin, og tey bestu – kynstrið at skapa breiðar felagsskapir og rørsluføri alt lívið".

2022-05-21 10:34 Author image
Sverri Egholm
placeholder

ÍSF skipar í dag fyri Ítróttatingi. Tiltakið er alment tiltak fyri øll sambond, feløg, venjarar og onnur áhugað.

Ítróttatingið 2022 eitur: "Børnini, breiddin, og tey bestu – kynstrið at skapa breiðar felagsskapir og rørsluføri alt lívið."

Tiltakið er alment og verður aftaná aðalfundin hjá ÍSF, leygardagin 21. mai kl. 13-15 á Hotel Hafnia.

Ítróttatingið tekur støði í tilmæli, sum verður lagt frá á aðalfundinum. Tilmæli er partur av nýggjari langtíðarætlan fyri føroyskan ítrótt: "Saman fram ímóti felags málum", sum sambondini eisini skulu taka støðu til á aðalfundinum.

Í tilmælinum verður heitt á øll sambond og ítróttafeløg, at geva børnum og ungum møguleika at venja nógvar ítróttagreinar so leingi sum gjørligt.

Á almenna tiltakinum verða ymisk faklig upplegg, sum taka støðið í nýggjastu granskingini innan økið. Fakligar grundgevingar og viðkomandi prát verða um, hvussu vit í felag íverkseta hesi tilmæli í ítróttafeløgunum kring landið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder