Fótbóltur

Bosnia og Ísland struku avstað

Við 3-1 sigri á Føroyum og 5-1 sigri á Estlandi, fingu Bosnia Hersigovina og Ísland eina góða byrjan uppá UEFA menningarkappingina í Føroyum.

(Mynd: Finnur Justinussen)

(Mynd: Finnur Justinussen)

2026-02-28 12:17 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

FSF: Eftir eitt sindur av órógv í flogferðsluni, eydnaðist umsíðir at sparkað UEFA menningarkappingina fyri U16/U17 landslið við dreingjum, sum í hesum døgum er í Føroyum, í gongd.

Fyrsta umfar varð spælt fríggjadagin, og við sigrum á Føroyum og Estlandi, komu Bosnia Hersigovina og Íslandi væl frá byrjan.

Bosnia vann 3-1 á Føroyum, eftir 1-0 leiðslu í steðginum. Føroyska liðið javnaði til 1-1 tá átta minuttir vóru spældir av seinni hálvleiki við málið sum Emil Ludvig Jacobsen skoraði.

Í seinni dystinum vann Ísland stórsigur á Estlandi. Úrslitið gjørdist 5-1 til Ísland, sum var á odda 1-0 í hálvleikinum. Estar fingu spenning í dystin stutt eftir steðgin tá teir javnaðu til 1-1 við brotssparki. Men íslendingar settu síðani ferðina upp, og vunnu til endan 5-1.

Annað umfar í UEFA menningarkappingini verður spælt sunnudagin 1. mars. Klokkan 12:15 møtast Ísland og Bosnia Hersigovina, og klokkan 15:00 spæla Estland og Føroyar. Atgongumerki fáast til keyps í nethandilinum á FSF.fo.

Fleiri myndir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder