Fótbóltur

Botnbrak í Fuglafirði og grannauppgerð í Gundadali

Næstu dagarnir eru ógvuliga týðandi dystir í Betrideildini. Seinnapartin í morgin eru fýra dystir á skránni, og mánadagin spæla B36-HB.

AB fer til Fuglafjarðar - trý ógvuliga virðismikil stig eru uppá spæl (Mynd: Sverri Egholm)

AB fer til Fuglafjarðar - trý ógvuliga virðismikil stig eru uppá spæl (Mynd: Sverri Egholm)

2023-09-23 15:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

23. umfar í Betrideildini er á skránni næstu dagarnar. Fýra dystir verða spældir sunnudagin seinnapartin, í morgin 24. september, og mánadagin bresta grannarnir í Gundadali saman.


[object Object]
Mynd: FSF

Tað eru serliga dystirnir í Fuglafirði og í Gundadali, sum síggja heilt spennandi út. ÍF og AB eru niðastu liðini, og bæði hava hart tørv á stigum í stríðnum fyri at yvirliva. Tí verður talan um ógvuliga spennandi uppgerð í morgin. Liðini hava vunnið hvør sín innanhýsis dyst í ár. B68 og EB/Streymur standa væl í tí, og um ein vinnari verður á Svangaskarði í morgin, so er tað liðið so at siga heilt sloppið.

TB er sanniliga í niðurflytingarstríðnum. Stig móti KÍ er ikki nakað, sum man kann vænta - TB hevur bert fingið eitt stig í seinnu hálvu. Tó er hetta kanska júst tíðin at gera nakað við KÍ, sum aftur skinklaði móti B68 mánadagin og síðani hevur verið í Slovakia og spælt harðan dyst. Hjá KÍ snýr tað seg um at leggja trýst á B36 og koma nærri FM.

[object Object]
B36 og HB: Slagið um Havnina mánadagin. B36 kann framvegis fáa fatur á KÍ, men fult stigatal er helst krav (Mynd: Sverri Egholm)

Tað hevur ikki eydnast B36 at bast HB síðani í apríl 2019, men nú skal tað vera, um FM framvegis skal vera ein møguleiki. Eisini er tað umráðandi sinnisliga fyri liðið hjá Dan Brimsvík at vísa, at man kann vinna á HB. Hetta kann eisini gerast stórt fet ímóti at tryggja minst 2. plássið. HB skal royna at halda fast í 3. plássinum, ið tryggjar evropeiskt pláss. Liðið hevur tapt tveir teir seinastu dystirnar.

Við sigrinum á HB týskvøldið hevur Víkingur í morgin møguleikan at fyribils taka 3. plássið. Átta sigrar á rað og tað at 07 Vestur ikki hevur meira enn tríggjar sigrar sísðu átta umførini ger, at tað ikki er spenningur millum liðini um 4. plássið. 07 vann annars 3-2, tá liðini spældu síðst.

Støðan í Betri deildini hjá monnum eftir 22. umfør:

1. KÍ 56 stig*
2. B36 52 stig
3. HB 47 stig
4. Víkingur 45 stig
5. 07 Vestur 34 stig
6. EB/Streymur 20 stig*
7. B68 19 stig
8. TB 16 stig
9. AB 13 stig
10. ÍF 12 stig

*Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder