Fótbóltur

Botngysari í Sørvági í morgin - oddadystur í Klaksvík sunnudagin

20. umfar í fremstu mansdeildini byrjar klokkan 17 leygardagin, og talan er um lagnudyst hjá 07 Vestur, tá TB vitjar. Hjá HB er tað seinasta útkall í mun til møguligt FM-stríð.

Magnus Holm Jacobsen og hinir noyðast at fáa stig nú - og helst trý (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Magnus Holm Jacobsen og hinir noyðast at fáa stig nú - og helst trý (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-08-22 16:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er lagt upp til serliga tveir spennandi dystir í 20. umfari í Betrideildini hjá monnum.

Betrideildin 20. umfar
Leygardagin 23. august
17.00: 07 Vestur - TB

Sunnudagin 24. august
15.00: 
NSÍ - FC Suðuroy
B36 - B68
KÍ - HB

17.15: Víkingur - EB/Streymur

[object Object]
Støðan í Betrideildini nú átta umfør eru eftir

Sum stigatalan vísir, so er nógv uppá spæl hjá 07 Vestur í morgin - ja so at siga alt. Tapir 07 Vestur fyri níggundu ferð á rað, so eru sjey stig upp til bjargingina og bert sjey dystir at fremja hana. Liðið hjá Micheal Schjønberg hevur bert sjey stig nú; í heimadystinum móti TB í mai vann 07 Vestur heili 5-0.

Tað eru tó aðrar umstøður nú. TB kann betri sættast við javnleik í morgin men er eisini undir trýsti og sær hetta heilt víst sum ein góðan møguleika at vinna - og harvið helst koma frammum FC Suðuroy sum hevur ógvuliga torføran útidyst.

NSÍ er nú aftanfyri HB, og 2. plássið kann vera týðandi. HB fer tó at gera eina roynd at nærkast KÍ og fáa eitt lítið sindur av FM-spenningi í sunnudagin. HB hevur ikki tapt í Føroyum undir André Olsen, men tað hevur KÍ heldur ikki gjørt undir Magnusi Powell; einasti stigmissurin í landskappingini hjá KÍ kom júst móti HB.

Víkingur og B36 burdu vunnið heimadystirnar móti B68 og EB/Streym, men B36 hevur higartil tapt allar dystirnar eftir steðgin, Víkingur er aftur í nakað av umskifti og EB/Streymur hevur bitið frá sær gjøgnum árið. Liðið hjá Sigfríði Clementsen er í roynd og veru beint aftanfyri B36 og harvið beint niðanfyri ovaru hálvu.

Til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum ovast á Portalinum. FM1 fer eisini at siga frá nøkrum dystum og vit taka samanum her. Televarpið vísir allar dystirnar.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder