Í farnu viku hevur stórt fokus verið á evropeisku luttøkuni hjá føroysku luttøkuni. Hóskvøldið var undanumfari í Europa League á skránni. B36 megnaði í nógva hitanum á Gibraltar, fyri aðru ferð uppá trý ár, at hála ein sigur á St Joseph's í hús, og NSÍ skrivaði søgu við at spæla seg víðari á fyrsta sinni - talan gjørdist um knúsandi 5-1 sigur móti Barry Town United úr Wales á Svangaskarði. Hjá HB eydnaðist tað tíverri ikki at spæla seg víðari móti norðurírsku steypavinnarunum, Glentoran, sum á tunga grasinum á The Oval í Belfast skoraðu einasta málið.
Tað skuldi fyrst verða Champions League-dystur í Klaksvík mikukvøldið. Síðani varð tað útsett til fríggjadagin, men seinnapartin fríggjadagin varð dysturin móti Slovan Bratislava útsettur. Orsøkin var Covid-19 tilburðir í hópinum hjá slovakiska meistaraliðnum, ið harvið sambært leiðreglunum ikki fekk spælt. Tað er tó framvegis ikki vist, at KÍ fer víðari uttan dyst. Í Slovan er ónøgdin sera stór. Felagið hevur víst a, at nóg mikið at leikarum við negativum royndum vóru til reiðar, og støðan verður skundviðgjørd á fundi í aganevndini hjá UEFA í morgináini. Bæði feløgini hava fingið at vita, at tey skulu halda fram við sínum fyrireikingum til at fara til Sveis, har Young Boys bíðar í 2. umfari mikudagin.
Les eisini:
Kunnu ikki vænta greið boð fyrrenn mánadagin
Í dag er Betrideildini á skránni og spælt verður framvegis uttan áskoaðar. Tey fýra liðini, ið umboða Føroyar í Evropa í ár, spæla ikki - dystirnir hjá teimum í hesum umfarinum (17.) verða ístaðin leiktir 10. september.
Í dag verða tveir sera umráðandi dystir í botninum. EB/Streymur er eftir sigurin í Trongisvági fyri viku síðani seks stig frá TB og AB, ið eru á ávíkavist 8. og 9. plássi, men jøvn í stigum. 9. plássi hevur við sær ein upp- og niðurflytingardyst móti næstbest plaseraða liðnum í 1. deild, sum kann flyta upp. Við sigri á AB í dag kann EB/Streymur verða heilt leyst. Liðið hjá Jákup Martini Joensen hevur í ár fingið síni stig í slíkum dysti: Sigrar í báðum dystunum móti TB og Skála, og tá AB tók ímóti EB/Streymi 16. juni, endaði tað 1-1. AB hevur framvegis ikki vunnið ein dyst í ár.
EB/Streymur kann av álvara fara frá AB við sigri í dag (Mynd: Sverri Egholm)
Við Stóra er harvið talan um tvey lið, ið veruliga hava knívin á barkanum. TB hevur havt AB og EB/Streym á vitjan í ár, og eisini ÍF, men hevur bert fingið tvey stig í hesum dystunum. Meira upplagdu møguleikarnir fyri sigrum eru fækkandi hjá TB, ið tó vann á Skála miðskeiðis í juni. Hópurin hjá aldursforsetanum hevur verið fyri nøkrum broytingum í seinastuni. Tíðin hjá Skála rennur eisini út, men har er støðan verri: Teir appelsinlittu eru fimm stig aftanfyri TB og skulu heinta inn nú. Einastu stigini hjá Skála higartil í ár eru komin ímóti AB. Hjá Sorin Anghel er tað ein smeitur, at hann ikki hevur Harald Højgaard tøkan komandi vikurnar. Miðvallarin, sum hevur spælt fast, síðani hann kom aftur úr NSÍ, breyt ein fingur í einum innanhýsis venjingardysti farna vikuskifti.
Mynd: Jens Kr. Vang
17. juni vann ÍF í Sarpugerði og kom harvið framum Víking. Harvið varð ein feit strika setta undir, at Vìkingur var í trupulleikum, í mun til at blanda seg í oddastríðið, og at ÍF er væl betri fyri enn í fjør. Nú er nakað meira enn mánaði síðani seinasta sigurin hjá ÍF. Vìkingur vann í Runavík í sínum seinasta dysti, er nú seks stig frammanfyri ÍF og er favorittur í dag. Í Fuglafirði hevur verið vónað at fingið liðformannin Jan Ellingsgaard til reiðar til dystin, har liðini helst eru sera uppsett.
17. umfar
23.08
15.00:
EB/Streymur - AB
TB - Skála
16.00: ÍF - Vìkingur
Støðan:
1. HB 46 stig (17 dystir)
2. KÍ 41 stig (17 dystir)
3. B36 37 stig (16 dystir)
4. NSÍ 35 stig (17 dystir)
5. Víkingur 26 stig (16 dystir)
6. ÍF 20 stig (16 dystir)
7. EB/Streymur 13 stig (16 dystir)
8. TB 7 stig (16 dystir)
9. AB 7 stig (17 dystir)
10. Skála 2 stig (16 dystir)
Vit dagføra frá dystunum í dag og taka samanum aftaná.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald