Fótbóltur

Brá Zakariasardóttir til HB

HB-kvinnur styrkja seg við 18 ára gomlum stjørnuskoti, sum hevur spælt við NSÍ hetta kappingarárið.

(Mynd: HB)

(Mynd: HB)

2025-12-17 11:18 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Brá Zakariasardóttir verður næsta kappingarár partur av besta kvinnuliðnum hjá HB.

- Hon er ein hart arbeiðandi spælari, sum meistrar kynstrið at skjóta mál. Hóast hon bert er 18-ára gomul, hevur hon longu spælt trý kappingarár í Betri-deildini, har tað er blivið til 30 dystir og 19 mál, skrivar HB um nýggja spælaran.

Brá Zakariasardóttir byrjaði sína fótbóltsleið í FC Hoyvík, áðrenn hon í 2023 skifti til B36, har hon sum bert 15-ára gomul fekk sín fyrsta dyst í Betri-deildini.

Á sumri í 2024 fór hon til Danmarkar at royna seg í Hjørring á Dana Cup Academy. Har var hon í eitt ár, tá hon skifti til NSÍ, sum hon spældi við í seinnu hálvu í ár. Hon gjørdist toppskjútti hjá NSÍ í endaspælinum, har hon skoraði 8 mál í 12 dystum. Millum annað eitt í Champions League.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder