Eitt endaligt punktum varð sett fyri stóra Wild Card vikuskiftinum í nátt, tá Tampa Bay Buccaneers tók ímóti Dallas Cowboys. Lagt var upp til ein tættan dyst, men tað var tað ongantíð heilt. Útiliðið var greitt omaná og var á odda 18-0 í steðginum - leiðslan hevði verið størri, um kickarin hjá Cowboys hevði fingið "tey løttu" eykastigini.
Brady og hinir hava til tíðir verið trilvandi í ár, men megnaðu at skora tvey touchdowns í seinna hálvleiki. Tað gjørdu Dak Prescott og Cowboys tó eisini, og liðið úr Dallas vann sín fyrsta útidyst í einum endaspæli síðani 1992. 45-ára gamli Tom Brady tyktist heldur kensluborin eftir dystin, og hetta var helst hansara síðsti dystur í Tampa, ið legendariski quarterbakkurin vann Super Bowl við fyri tveimum árum síðani - sítt nummar sjey samanlagt.
New York Giants er í somu undirdeild sum Cowboys og í sínum fyrsta playoff-dysti í seks ár vístu teir tenn í Minnesota. Liðið hjá fyrsta-árs høvuðsvenjaranum Brian Daboll var á odda størsta partin av dystinum og vann við einum touchdowni. Quarterbakkurin Daniel Jones var sannførandi, og nú bíðar ein stór uppgáva í Philadelphia móti hægst styrkismetta liðnum í NFC.
Lagt varð upp ein spennandi dyst í Jacksonville, Florida sunnunáttina, men fyrstu tjúgu spælminuttirnar spældu Chargers sannførandi, heimaliðið gjørdi mistøk, og munurin var 27 stig. Restina av dystinum skoraði útiliðið bert trý stig - Jaguars komu upp á 31 stig við seinasta sparkinum í dystinum. Quarterbakkurin Trevor Lawrence varð valdur fyrst í NFL Draft í 2021, og í sínum fyrsta playoff-dysti kastaði hann fyrst fýra interceptions, og síðani fýra toucdowns. Talan var um triðstørsta "comeback" í endaspælssøguni hjá NFL.
Trevor Lawrence var lykilin til venda dystinum á høvdið
Cowboys og Giants spældu seg bæði víðari við útisigrinum (Mynd: EPA)
Í hinum trimum dystunum vunnu stórfavorittarnir. Tó gjørdist tað meira tætt, enn væntað var: Í San Francisco var útiliðið á odda í steðginum, men í seinna hálvleiki trýsti heimliðið á speedaran. Í Buffalo gjørdi Josh Allen fleiri mistøk, og Miami Dolphins var við triðjavalinum á quarterbakk-plássinum við heilt til endans. Tað vóru Baltimore Ravens eisini í Cincinnati, men móti endanum kiksaði tað hjá ravnunum, og harvið skulu Bengals og Bills spæla í "fjórðingsfinalunum". San Francisco tekur móti Cowboys.
Nú eru átta lið eftir í stríðnum um at koma í Super Bowl. Liðini við flest sigrum í ávíkavist AFC og NFC, Kansas City Chiefs og Philadelphia Eagles, koma nú inn í endaspælið og hava tey heimavøll. Dystirnir í "Divisional Round" verða leygarkvøldið, sunnunáttina og sunnukvøldið.
Wild Card-umfarið:
Leygarkvøldið 14.01/Sunnunáttin 15.01:
San Francisco 49'ers - Seattle Seahawks 41-23
Jacksonville Jaguars - Los Angeles Chargers 31-30
Sunnukvøldið 15.01/Mánanáttina 16.01:
Buffalo Bills - Miami Dolphins 34-31
Minnesota Vikings - New York Giants 24-31
Cincinnati Bengals - Baltimore Ravens 24-17
Týsnáttina 17.01:
Tampa Bay Buccaneers - Dallas Cowboys 31-14
Divisonal Round
Leygardagin 21. januar
21.30: Kansas City Chiefs - Jacksonville Jaguars (AFC)
Sunnudagin 22. januar:
01.15: Philadelphia Eagles - New York Giants (NFC)
20.00: Buffalo Bills - Cincinnati Bengals (AFC)
23.30: San Francisco 49'ers - Dallas Cowboys (NFC)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald