Meðan føroyingar í hundrað- um ikki túsundtali vóru savnað í matstovuni/barrini á stóra Park Inn Radisson hotellinum á Alexanderplatz í Berlin, var eitt sindur av dramatikki á hæddunum omanfyri.
Nakað eftir midnátt týska tíð fór brandalarmurin á hotellinum ígongd, og brandbilar í hópatali við lúðrum og bláum blunkum flokkaðust til hotellið, har væl brynjaðir brandmenn fóru inn at kanna málið.
Fleiri fólk vóru biðin um at fara oman í forhøllina á hotellinum, men ikki øll.
Á móttøkuni á hotellinum vildu tey ikki siga annað, enn at ein alarmur hevði verið, og at alt nú var OK aftur. Men millum føroyingar í forhøllini varð sagt, at orsøkin er at onkur – føroyingur, vildu summi vera við – hevði roykt inni á kamari sínum.
Veruleikin er so, at lyftirnar, sum flyta teir fleiri túsund hotellgestirnar upp og niður úr teimum 37 hæddunum, vóru óvirknar eina góða løtu, og tað trunkaðist við fólkum í lobby’ini, sum geispandi ætlaðu sær upp á kamari at leggja seg.
Mett verður, at einir 1.500 føroyskir hondbóltsfjepparar búgva á hesum hotellinum, sum liggur beint við eyðkenda sjónvarpstornið á Alexanderplatz í fyrrverandi Eysturberlin.
Alt meðan veitslan helt áfram inni í matstovuni, har sangurin ljómar, og frøin er ovurstór yvir úrslitið hjá føroyska landsliðnum í kvøld. Men tað mundi vera tey fægstu av teimum syngjandi hondbóltsfjepparunum, sum fangaðu, at brandalarmur hevði verið. Tey syngja bara víðari í góðum lag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald