
Podgoricia, Montenegro (Portalurin): Brandur Hendriksson Olsen tók undan dagsins venjing samanum upplivingina í Kekkia og setti orð á mótstøðuna, sum bíðar Føroyum í Montenegro í morgin.
Sí eisini: Myndir: Vandu á váta grasinum í Montenegro
29-ára gamli miðvallarin staðfestir, at har veruliga er styrki hjá Montenegro, men at tað ikki er heilt tann sama sum hjá Kekkia og serliga á kropsliga økinum.
Har eru møguleikar hjá føroyska liðnum, men verjuparturin skal veruliga verða í lagið, staðfestir Brandur.
Sí eisini: Odmar Færø: - Stig við í viðføri heim hevði komið fantastiska væl við
NSÍ-spælarin setur eisini orð á tað at spæla undir einum øðrvísi venjaratoymi:
- Einki ringt at siga um undanfarnu venjarar, men hetta hevur verið "spennandi og øðrvísi uppliving", við føroyskum venjarum og vit hava longu ment okkum nógv.
Alt bendir á, at Brandur Olsen aftur í morgin byrjar inni á sentrala miðvøllinum og spælir sín A-landsdyst nummar 65.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald