Fótbóltur

Video: - Stig við í viðføri heim hevði komið fantastiska væl við

Odmar Færø sigur, at føroyski verjuparturin skal "stramma eitt sindur upp" í morgin. - Man merkir veruliga at allir vilja, og kunnu byrja inni, so tað er ógvuliga gott.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-03-24 16:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Podgoricia, Montenegro (Portalurin):  Tann elsti spælarin í landsliðshópinum heldur, at í mun til í av undanfarnu dystunum hjá A-landsliðnum, so er ógvuliga torført at bara ganga út frá hvørjir ellivu byrja inni.

Odmar Færø setti eftir dagsins tíðindafund orð á eina spennnandi og sunna kapping" í ógvuliga sterka hópinum".

Tað er so at siga 100 vist, at Odmar er ein av teimum, sum heldur plássið. 35-ára gamli miðverjin úr KÍ var sannførandi nógvum støðum í Kekkia leygarkvøldið. Hann viðurkennir eisini, at har var nógv at takast við, og at strammast skal upp á ymsan hátt.

Montenegro kemur við onkrum øðrum. Talan er um nýggja mótsstøðu á A-stigi. Nakað, sum Odmar er heldur bilsin av. Hann hevur tó royndir við feløgum úr hesum landinum og góðar royndir eisini: Kom víðari í Europa League í 2018 við B36 (OFK Titograd) og við KÍ í Conference League í 2022 (Sutjeska)

Sí eisini: Montenegro er heilt nýtt mótstøðulið

- Tað kann vera positivt at hava slíkar upplivingar. Men tað merkir einki, um tað ikki eisini verður jaligt í morgin.

[object Object]
Odmar Færø á dagsins tíðindafundinum í miðstøðini hjá fótbóltssambandinum hjá Montenegro (Mynd: Sverri Egholm)

Sí eisini - frá tíðindafundunum: 
Báðir hava skorað móti Føroyum og eru til reiðar aftur
Eyðun Klakstein: - Nú fáa vit at síggja hvør er betri í regninum

Føroyska liðið venur í regninum í Montenegro seinni í kvøld. HM-undankappingardysturin millum liðini byrjar í morgin, týsdagin 25. mars, klokkan 19.45 føroyska tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder