
Podgoricia, Montenegro (Portalurin): - Tað hevur oyst niður ein góðan part av degnum her í montegrinska høvuðsstaðnum, men tað var slítið í, tá føroyingarnir fóru út at venja fyri løtu síðani.
Hetta var á Stadion Pod Goricom (Podgorica City Stadium), sum er vanligi heimavøllurin hjá landsliðnum. Hann hevur tó mist góðkenningina hjá UEFA - serliga vegna vánaliga grasið.
Sí eisini: Báðir hava skorað móti Føroyum og eru fyrireikaðir
Tað sást eisini í alveringsøvilsunum, at føroyingarnir høvdu ávísar trupulleikar við undirlagnum. Annars tyktiskt tó ikki heilt galið.
Sum skilst er vøllurin í Niksic, sum skal nýtast í morgin, ikki í góðum standi. Vegna tað, og vegna regnið, sluppu Føroyar ikki at venja har í kvøld. Tað er annars púra ein rættur at venja á dystarleikvøllinum dagin fyri dystardagin.
Sí eisini: - Nú fáa vita at síggja hvør er best í regninum
Tað verður helst turt, tá spælt verður týskvøldið, men tað fer at regna gjøgnum dagin, og føroyingarnir eru varugur við, at tungi og heldur knortluti vøllurin kann verða ein avbjóðing.
Martin Agnarsson, sum kom úr Danmark í gjár, vandi við. Jann Benjaminsen var eisini har men vandi ikki saman við hinum og er ikki tøkur til í morgin. Nakað av ivamáli er um liðformannin Hall Hansson, men miðvallarin sá út til at venja við, við fullari ferð fyrsta korterið, sum miðalirnir sluppu at síggja.
Sí myndir, sum Sverri Egholm tók í kvøld, niðanfyri.
Montenegro - Føroyar spæla í morgin, týsdagin 25. mars, klokkan 19.45. Portalurin er á staðnum og hevur ymiskt tilfar upp til dystin, undir honum og eftir dystin. Kringvarpið vísir dystin, og FM1 sigur frá.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald