Annað

Brandur dugir eisini at spæla golf

Hann vann bronsu í Bygma Open kappingini, sum var á Glyvursnesi um vikuskiftið. Rógvi Mikkelsen og Janus Norðberg vunnu kappingina, sum var í tveimum.

Brandur Hendriksson, Rógvi Mikkelsen og Líggjas Jógvansson (Mynd: Tórshavnar Golffelag)

Brandur Hendriksson, Rógvi Mikkelsen og Líggjas Jógvansson (Mynd: Tórshavnar Golffelag)

2024-06-17 16:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Hóast tað var kalt og nakað av vindi, so treiskaðust golfleikararnir at fullføra Bygma Open 2024 kappingina, sum varð leikt á golffvøllinum á Glyvursnesi leygardagin.

Kappingin varð skipað sum ein slagkapping uttan handikapp. Tað merkir einfalt, at tess færri sløg ein leikari brúkar, tess betur er úrslitið. Kappingin var í tveimum. Nakrir leikarar leiktu 18 hol, meðan leikarar, ið eru yvir 70 ár, kunnu velja at leika níggju hol. Eisini vóru vinningar til teir spælarar ið vóru næstir holinum á holi 2/11 og á holi 4/15.

Tá talan er um eina OPEN-kapping merkir tað, at øll kunnu luttaka, ikki bert limirnir í Tórshavnar Golffelagi. Hesaferð luttóku tveir yrkisfótbóltspælarar. Tað vísir seg, at fleiri yrkisleikarar í bæði hondbólti og í fótbólti spæla eisini golf. Landsliðsleikarin Brandur Hendriksson, sum spælir við Fredriksstad í bestu norsku deildini, vann bronsu.

Vinnararnir ið leiktu 18 hol:
1. Rógvi Mikkelsen 83 sløg
2. Líggjas Jógvansson 90 sløg
3. Brandur Hendriksson 98 sløg

Vinnararnir ið leiktu 9 hol
1. Janus Norðberg 44 sløg
2. Julius Johannesen 52 sløg
3. Kaj Antoniussen 55 sløg

Teir ið vóru næstir holunum vóru
Hol 2/11 Palli Henriksen 2,45 m
Hol 5/14 Rógvi Mikkelsen 0,27 m

Næsta golfkapping á Glyvursnesi verður Hilton Garden Inn Open, sum verður leikt í døgunum 29. og 30. juni. Henda kappingin er samstundis ein av úttøkukappingunum til Oyggjaleikirnar í 2025, sum verða á Orknoyggjunum.

[object Object]Palli Henriksen og Rógvi Mikkelsen (Mynd: Tórshavnar Golffelag)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder