Brandur Hendriksson Olsen hevur ikki spælt ein kappingardyst, síðani hann var við til at tryggja Helsingborgs uppflyting til bestu svensku deildina á heysti í 2021. Í samband við venjingarlegu í mars í fjør sleyt Brandur á øðrum sinni eitt krossband í knæðnum, og síðani hava skurðviðgerð og drúgv endurvenjing verið á skránni hjá landsliðsmiðvallaranum.
27-ára gamli skálvíkingurin hevur eisini skift felag. Í vetur fekk Fredrikstad fatur á Brandi, og harvið hevur hann nú millum annað Jóannes Bjartalíð sum liðfelaga og Mikkjal Thomassen sum venjara. Seinastu mánaðirnar hevur Brandur harvið eftir førimuni vant við í norska felagnum.
Á sosialu miðlum sínum hevur Fredrikstad boðað frá, at Brandur Hendriksson er so mikið birgur, at hann tøkur til dystin 16. mai á heimavølli móti KFUM Oslo.
Mynd: Fredrikstad
Tað er tjóðardagur í Noreg í morgin, og nógv verður gjørt burturúr dystunum og umfarinum í dag í næstbestu deildini. Yvir 6.000 atgongumerki eru seld til dystin í Fredrikstad.
Liðið hjá Mikkjali Thomassen byrjaði við tveimum sigrum í trimum teimum fyrstu dystunum. Síðani hevur Fredrikstad spælt fýra javnleikir á rað og bert skorað eitt mál. Tað er tað liðið í deildini, sum hevur latið fægst mál inn (2) og skorað fægst (4) í sjey dystum. Fredrikstad liggur í løtuni á 5. plássi við 11 stigum.
Klokkan 17 spæla eisini Bryne, við Noah Mneney og Rógva Baldvinsson í hópinum, og Sandnes Ulf við Gullbrandi Øregaard. Tey liggja nakað lægri á stigatalvuni. Mjøndalen er undir niðurflytingarstrikuni. Ein av føstu spælarunum hjá teimum, Meinhard Egilsson Olsen, sleyt krossbandið fyri tíggju døgum síðani,
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald