Tað gongur ógvuliga væl hjá Fredrikstad. Liðið hjá Mikkjali Thomasen bjóðar av í oddinum Eliteseriuni, og nú er liðið í fjórðingsfinalunum í NM Cup.
Brandur Hendriksson Olsen hevur havt stóran leiklut í steypakappingini, og aftur hesaferð skoraði føroyski landsliðsmálverjin. Hann legði eisini flott upp til málini til 1-0 og 2-1 hjá Fredrikstad í fyrra hálvleiki.
Í báðum førum svaraði Raufoss aftur, men eftir at at Brandur Hendriksson hevði smekkað bóltin í málið tíðliga í 2. hálvleiki, kom einki mál afturat. 28-ára gamli føroyingurin hevði seint í dystinum gyltan møguleika at økja móti liðnum úr næstbestu deildini. Brandur brendi brotssparkið, men hetta bilti einki, tá samanumkom: 3-2 sigur til Fredrikstad - Jóannes Bjartalíð spældi ikki í dystinum.
Sandnes Ulf og Gullbrandur Øregaard spældu seg eisini víðari til 1/4-finalurnar. Liðið úr næstbestu deildini var á vitjan hjá Eidsvold úr tiðbestu deildini.
Har varð ikki tann stóri spenningurin. Eftir ein tíma var 1-5. Eidsvold skoraði tvey mál seint í dystinum, so heldur keðiligt hjá Gullbrandi, sum spældi fullan dyst í miðverjuni, at vera við at lata trý mál inn.
U21-landsliðsspælarin kann tó fegnast um at vera víðari. Landsliðsliðfelagin Noah Mneney, ið hevur lítið álit í Bryne, var ikki í hópinum, tá lið hansara reyk út við stórtapið fyri Stabæk (5-1)
Fjórðingsfinalurnar í kappingini verða ikki spældar fyrrenn í oktober. Tá spælir Sandnes Ulf móti Levanger, bæði úr OBOS-deildini. Fredrikstad skal hitta Vålarenga, sum flutti niður í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald