Fótbóltur

Brandur Jacobsen fer undir sítt 15. ár sum formaður

Hann var ein av trimum, sum stillaði uppaftur til nevndina í Víkingi og varð afturvaldur. Yvirskotið fyri 2024 var beint yvir eina millión krónur.

Jeffri Olsen og Elin Vatnhamar Olsen vórðu eisini afturvald til nevndina í Víkingi, sum er óbroytt (Mynd: Vìkingur)

Jeffri Olsen og Elin Vatnhamar Olsen vórðu eisini afturvald til nevndina í Víkingi, sum er óbroytt (Mynd: Vìkingur)

2025-02-13 13:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Víkingur hevði aðalfund í gjár, mikukvøldið 12. februar

Tríggir nevndarlimir stóðu fyri valið Brandur Jacobsen, Jeffri Olsen og Elin Vatnhamar Olsen. Tey stillaðu øll uppaftur og vóru afturvald, skrivar Víkingur.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg soleiðis:
Brandur Jacobsen, formaður
Hanna Erlingsdóttir Olsen, næstforkvinna
Elin Vatnhamar Olsen, skrivari
Jeffri Olsen, nevndarlimur
Edith Dam Vang, nevndarlimur
Petur Asbjørn Lervig, nevndarlimur

[object Object]
Nevndin - við Brandi mitt í fremst (Mynd: Víkingur)

[object Object]
Gleðiligt var at síggja at uppmøtingin var góð, hóast nógv annað virksemi í kvøld, skrivar Vìkingur (Mynd: vikingur.fo)

Harvið fer Brandur Jacobsen undir sítt 15. ár sum formaður felagsins. Væl lýddi gøtumaðurin tók við í 2011.

Í gjár greiddi hann frá gongdini í felagnum – bæði bygnaðarliga og ítróttaliga. 

- Vit eiga ein góðan felagsskap, vid umleið 450 aktivum limum - 300 børnum og 150 vaksnum. Grundarsteinurin í felagnum er framvegis tað sjálvbodna arbeiðið, har vit eiga eitt ótal av fólkið, sum leggja arbeiði í Víking - saman lyfta vit felagsskapin.

Víkingur hevði eitt ógvuliga gott 2024, í mun til tað ítróttarliga. Fíggjarliga úrslitið var eisini gott. 

Rokniskapurin var lagdur fram og góðkendur. Portalurin hevur fingið upplýst, at yvirskotið fyri 2024 var beint omanfyri eina millión. Peningurin fyri FM (Champions League) kemur ikki inn fyrrenn seinni í ár.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder