Fótbóltur

Brandur leingir við FH

Hevur skrivað undir sáttmála til 2021.

Brandur Hendriksson í landsdysti móti Rumenia (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Brandur Hendriksson í landsdysti móti Rumenia (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-05-25 11:57 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyski landsliðsleikarin Brandur Hendriksson Olsen skal komandi trý árini spæla við íslendska felagnum Fimleikafélag Hafnarfjarðar, oftast kallað FH.

Blaðið Vísir veit at siga, at Brandur í gjár undirskrivaði nýggjan sáttmála, so hann nú knýttir felagnum í Hafnarfirðifram til 2021. Brandur kom til Hafnarfjarðar í 2018 úr danska felagnum Randers FC.

Í tíðini við FH hevur Brandur spælt 32 dystir fyri liðið og skorað 11 mál, skrivar Vísir.

Brandur er ein av trimum føroyskum landsliðsleikarum, sum hava sáttmála við FH. Hinir eru nú skaddi málverjin Gunnar Nielsen og ungi áleyparin Jákup Thomsen, sum felagið hevur leigað frá danska felagnum FC Midtjylland.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder