Móti endanum av kappingarárinum í fjør fór Brandur Hendriksson Olsen undir skurð fyri menisktrupulleikar í sama knæði, sum skálvíkingurin áður hevur verið skurðviðgjørdur tvær ferðir. Hetta fyri krossbandið.
Talan var ikki um eina stóra skurðviðgerð hesa ferð, men trupulleikar hava stungið seg upp aftur. Hetta hevur gjørt, at Brandur Hendriksson ikki hevur spælt fyrstu dystirnar í Meistaradeildini, og 30-ára gamli miðvallarin er heldur ikki í landsliðshópinum, sum mikudagin fer til San Marino.
Skálvíkingurin var í Danmark í seinastu viku. Har skuldi hann skannast í knænum, og síðani skuldi støða takast til, um Brandur Hendriksson Olsen skal undir skurð aftur ella ikki.
Tað skal hann í fyrstu syftu ikki. Sigurður Ragnar Eyjólfsson, venjari hjá NSÍ, upplýsir fyri FM1 og Portalinum, at Brandur Hendriksson skal hava eina blokadu í knæðið.
Hetta merkir, at dugnaligi miðvallarin sum útgangspunkt er úti í eini 4-6 vikur afturat.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald