
Talan verður um eina ógvuliga torføra uppgávu hjá skálvíkinginum og liðfeløgunum. Halmstad vann fyrra upp- og niðurflytingardystin, sum var í Helsingborg leygardagin. Brandur Hendriksson fekk gult kort í fyrra hálvleiki - stutt eftir Sadat Karim hevði lagt Halmstad á odda.
Talan gjørdist um einsamalla málið í dystinum, og harvið skal Helsingborgs vinna í kvøld. Halmstad endaði triðaftast í Allsvenskan í ár men lat fá mál inn á heimavølli - ongantíð meira enn eitt í einstøkum dysti.
Harvið skulu teir reyðkløddu gera nógv rætt í kvøld, um Allsvenskan fótbóltur aftur skal vera veruleiki hjá felagnum úr Helsingborg.
Fyrsta bríksl í Halmstad verður klokkan 18. Føroyski miðvallarin byrjar, sum vanligt, inni á sentrala miðvøllinum.
Mynd: Helsingborgs IF
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald