Helsingborgs hevur seinastu dagarnar leikt tveir venjingardystir. Tann fyrri var mikudagin í Odense, har Brandur kom á vøllin í 2. hálvleiki í 3-1 ósigrinum á OB. Í gjár var eitt annað Superliga-lið á skránni. Lyngby vitjaði í Skåne, og spælt varð á Filborna idrottsplats.
Brandur Hendriksson, við fimm-talinum á rygginum, var hesaferð í byrjanaruppstillingini. Miðvallarin rann seg í 12. minutti í góða støðu, setti fótin á innlegg frá Adam Ericksson, og so var 1-0.
(Brandur spældi við fimm-talinum - Mynd: hif.se)
Føroyingurin segði í videosamrøðu við almennu Helsingborgs IF-síðuna, at spælið var gott fyrsta hálva tíman. Hann lat eisini sera væl at móttøkuni, ið hann hevur fingið í hópinum - sí samrøðuna omanfyri.
Lyngby-áleyparin, Emil Nielsen, gjørdi hattrick í 1. hálvleiki. Heimaliðið minkaði um munin í 89. minutti. Tá var Brandur útskiftur - Helsingborgs gjørdi nógvar útskiftingar og spældi við einum ungum liðið í 2. hálvleiki.
Nýggja felagið hjá Brandi Hendrikssyni Olsen skal komandi tveir mánðirnar halda fram at fyrireika seg til Allsvenskan, ið byrjar fyrst í mars. Fleiri venjingardystir móti øðrum svenskum liðum eru settir á skrá.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald