Fótbóltur

Brandur skoraði og legði upp í Helsingborgs-sigri

- Vit vísa klassa í dag, og vit gera okkum til reiðar til at stríðast í oddinum. Soleiðis segði skálvíkingurin við Expressen eftir 3-0 sigurin á Jönköpings Södra í gjár.

- Málið gevur okkum eitt sindur av sjálvsálitið og tekur samstundis nakað av trýstið av okkum

- Málið gevur okkum eitt sindur av sjálvsálitið og tekur samstundis nakað av trýstið av okkum

2021-09-22 07:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var ein lætti fyri Helsingborgs-leikararnar at vinna á Jönköpings Södra, ið Finnur Justinussen áður hevur umboðað, í gjárkvøldið. Tað sást á teimum, tá teir komu út at tosa við miðlarnar eftir dystin. Hetta skrivar Expressen, ið millum annað fekk orðið á Brand Hendriksson Olsen - hetta tí at skálvíkingurin var ein av trimum málskjúttunum í dystinum í 21. umfari í næstbestu svensku deildini.

25-ára gamli miðvallarin kom inn á teir báðar dystirnar áðrenn hendan, ið báðir endaðu við javnleiki, av tí at at Helsingborgs lat mál inn seint í dystinum: 

- Móti bæði Eskilstuna og Trelleborg hava teir skorað mál í seinasttu minnuttunum, og tað hava vit ikki verið nøgdir við. Tað var ógvuliga umráðandi at vinna 3-0 í dag. Tað vísur klassa, og vit gera okkum til reiðar at stríðast í oddinum.

[object Object]
Brandur til landsliðsvenjing á Tórsvølli. Miðvallarin er fastur maður á miðvøllinum hjá Helsingborgs og spældi ein ógvuliga umráðandi leiklut í gjárkvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Brandur og Helsingborgs byrjaðu dystin við høgum trýsti, og byrjaðu væl tí longu í 7. minutti varð 1-0. Tað var tá Brandur Hendriksson royndi seg við skoti nakrar metrar uttan fyri brotsteigin, ið fór í vinstra málhorn aftanfyri málverjan  Frank Pettersson. Soleiðis lýsir heimasíða felagsins leiðslumálið.

- Tað gevur okkum eitt sindur av sjálvsálitið og tekur samstundis nakað av trýstið av okkum. Tað var umráðandi at fáa eitt mál, og burtursæð frá einum lítlum tíðarskeiðið í fyrra hálvleiki vóru vit betri, segði Brandur við Expressen, ið hevur sum yvirskrift: "Fingu kritikkarnar at tiga: Til reiðar at stríðast í oddinum" 

Heimaliðið var meira vandamikið, og føroyski landsliðsmiðvallarin royndi seg eisini við skoti miðskeiðis í 2. hálvleiki. Pettersson bjargaði í fyrstu atløgu, men Anthony van den Hurk var til reiðar og setti returbóltin í málið. Harvið fekk Brandur uppleggið. Fimm minuttir fyri tíð, beint áðrenn Brandur varð útskiftur, skoraði Adam Kaied til 3-0.

Við sigrinum er Helsingborgs á 2. plássi, ið gevur uppflyting til bestu svensku deildina, við 39 stigum eftir 21 umfør. Eitt stig er upp til IFK Värnamo. Liðið hjá Brandi Hendrikssyni spælir aftur leygardagin, tá Osters tekur ímóti. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder