Fótbóltur

Brandur, Bjartalíð, Sonni Ragnar og Jóan Símun aftur á landsliðnum

Tað eru Petur Knudsen, Andrass Johansen og Hannes Agnarsson eisini. Toppskjúttin og besti spælarin í Betrideildini higartil í ár verður ikki í hópinum til heimadystirnar móti Kekkia og Albania.

Håkan Ericson á tíðindafundinum í FSF-húsinum. Føroyar spæla 17. og 20. juni á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

Håkan Ericson á tíðindafundinum í FSF-húsinum. Føroyar spæla 17. og 20. juni á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

2023-06-05 10:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri lítlari løtu síðani tók Håkan Ericson hópin til EM-undankappingardystirnar móti Kekkia og Albania á Tórsvølli út. Hesir dystirnir verða spældir seinni í juni.

Áhugavert er, at nógvir spælarar, sum hava verið profilar, eru aftur á landsliðnum eftir skaðar.

Jóannes Bjartalíð og Sonni Ragnar Nattestad hava spælt nógv í seinastu, Brandur Hendriksson hevur verið aftur í dysti í Noreg eftir drúgvan knæskaða, meðan Jóan Símun Edmundsson als ikki hevur spælt kappingardyst í 2023. Sambært Håkani Erikson hevur skaðaplágaði toftamaðurin tó vant seinastu sjey vikurnar og spælt nakrar venjingardystir.

[object Object]
Seinast Brandur Hendriksson spældi landsdyst var í november 2021 í Ísrael. Seinastu vikurnarnar hevur skálvíkingurin fingið minuttir í Fredrikstad eftir drúgva og væleyndaða uppvenjing (Mynd: Hans Erik Danielsen)

[object Object]
Síðst Jóan Símun Edmundsson veruliga spældi, var tá royndi áleyparin skoraði í sigrinum móti Turkalandi (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
Håkan Ericson á tíðindafundinum í FSF-húsinum (Mynd: Sverri Egholm)

Petur Knudsen er eisini aftur eftir nøkur góð avrik í Superliguni, umframt at B36-spælararnir Hannes Agnarsson og Andrass Johansen, ið vóru skaddir í mars, eru við aftur. Her er talan um spælarar, sum ikki hava so nógvar A-landsdystir undir beltu.

Patrik Johannesen og Meinhard Egilsson Olsen fingu báðir krossbandsskaða í síðsta mánaða, og hetta harmaðist Håkan Ericson um á tíðindafundinum. Landsliðsvenjarin segði eisini, at læknatoymi o.a. fara at hyggja uppá, um nakað samband kann vera.

Annars er tað navnið, sum ikki er á listanum, og sum lopyir mest í eyga: Páll Andrasson Klettskarð. Royndi klaksvíkingurin var við í mars og hevur síðani skorað eina rúgvu av málum. Samanlagt hevur Páll 14 mál og 23 málstig í Betrideildini í ár og er eisini valdur til besta spælara fyri bæði apríl og mai. Áleyparin fekk ein snudd og noyddist út móti AB leygarkvøldið, men talan er ikki um skaða, ið fer at halda honum úti leingi.

Hópurin til dystirnar móti Kekkia (17. juni) og Albania (20. juni)

Málverjar: 
Teitur Matras Gestsson, HB 
Mattias Lamhauge, B36
Bárður á Reynatrøð, Víkingur

Verjuspælarar
Gilli Rólantsson Sørensen, TB
Hanus Sørensen, HB
Viljormur Davidsen, HB
Ári Mohr Jónsson, HB

Sonni Ragnar Nattestad, B36
Odmar Færø, KÍ
Heini Vatnsdal, KÍ
Gunnar Vatnhamar, Víkingur Reykjavík (ÍSL)
Rógvi Baldvinsson, Bryne FK

Miðvallarar:
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
René Shaki Joensen, KÍ
Mads Boe Mikkelsen, KI
Jóannes Bjartalíð, Fredrikstad (NOR)
Brandur Hendriksson Olsen, Fredrikstad (NOR)
Stefan Radosavljevic, Sligo Rovers (ÍRL)
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Andrass Johansen, B36

Áleyparar:
Hannes Agnarsson, B36
Petur Knudsen, Lyngby
Klæmint Andrasson Olsen, Breiðablik (ÍSL)
Jóan Símun Edmundsson, S.K.Beveren (BEL)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder