Fótbóltur

Brandur um Modric: - Ein av allarbestu miðvallarunum í søguni

- Hann hevur sjálvandi verið ein fyrimynd fyri meg sum miðvallara. Men tá man trínur inn á vøllin á Tórsvølli, so verður ikki so nógv hugsað um tað. Luka Modric fer at spæla á Tórsvølli í kvøld - tað vissar kroatiski venjarin.

- Luka Modric er ein heilt serstakur spælari. Hann hevur dominerað á hægsta stigi í Evropa í nógv, nógv ár nú. At hann kemur her á Tórsvølli at spæla verður ein stór løta. Eg gleði meg nógv at spæla ímóti honum, staðfestir dugnaligi føroyski miðvallarin Brandur Hendriksson - her sæst Modric beint undan kroatisku venjingini í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

- Luka Modric er ein heilt serstakur spælari. Hann hevur dominerað á hægsta stigi í Evropa í nógv, nógv ár nú. At hann kemur her á Tórsvølli at spæla verður ein stór løta. Eg gleði meg nógv at spæla ímóti honum, staðfestir dugnaligi føroyski miðvallarin Brandur Hendriksson - her sæst Modric beint undan kroatisku venjingini í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2025-09-05 09:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Modric er ein av allarbestu miðvallarunum nakrantíð. Hann hevur sjálvandi verið ein fyrimynd fyri miðvallarar allastaðni. Men tá man fer innum strikurnar í morgin, so hugsar man ikki so nógv um tað.

Soleiðis segði Brandur Hendriksson Olsen á tíðindafundinum í gjár, tá skálvíkingurin tíðindafundinum varð spurdur um tað at skula spæla ímóti Balon d'Or-vinnaranum frá 2018 og Real Madrid-legenduni.

[object Object]
29-ára gamli føroyski miðvallarstrategurin hevði nógv rós til kroatiska liðformannin (Mynd: Sverri Egholm)

Sí fleiri myndir frá føroyska tíðindafundinum og venjingini her

Aftaná fekk Portalurin føroyska miðvallaran at útgreina hetta. Har staðfesti Brandur Hendriksson Olsen sína stóra virðing fyri lágvaksna kroatanum, sum kann stjórna einum dysti:

- Also...Luka Modric er ein heilt serstakur spælari. Hann hevur dominera á hægsta stigi í Evropa í nógv, nógv ár nú. At hann kemur her á Tórsvølli at spæla verður ein stór løta.

- Eg gleði meg nógv at spæla ímóti Modric: Eins og spælarar sum Fabregas og Iniesta, so er hann ein stór fyrimynd. Men..líkasum eg segði á tíðindafundinum: Tá vit fara inn um strikurnar her, so er tað okkum, tað snýr seg um, endar Brandur Hendriksson við einum smíli.

Her ber til at hoyra samrøðu við Brand um ein útseldan Tórsvøll, tað at vera útiseti mótvegis at spæla í Føroyum og annað

[object Object]

Sí eisini myndir: Modric og hinir á Tórsvølli

Kroatiski venjarin, Zlatko Dalic, staðfesti á tíðindafundinum í gjár, at Luka Modric fer at spæla hendan dystin. AC Milan-spælarin fyllur 40 ár í næstu viku, og hevur hann kroatiska metið fyri landsdystir (188).

[object Object]
Zlatko Dalic á Tórsvølli - hann hevur verið venjari hjá Kroatia síðani 2017 (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

Tað verður Brandur móti Modric - Føroyar móti Kroatia - klokkan 19.45 í kvøld. Til ber at fylgja við á FM1 og Portalinum frá klokkan 17.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder