Fótbóltur

Brasil og Argentina bresta saman í Copa America finaluni

Heimaliðið vann 1-0 á Peru, og Messi og Argentina komu í finaluna eftir brotssparkskapping í nátt. Hetta verður fjórðu ferð, at Superclásico de las Américas verður í finaluni. Argentina kann javna metið hjá Uruguay og vinna fyri fyrstu ferð í 28 ár.

Lionel Messi høvdu nógv at fegnast um í nátt (Mynd: EPA)

Lionel Messi høvdu nógv at fegnast um í nátt (Mynd: EPA)

2021-07-07 12:46 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Meðan "fótbóltsfokusi" í Evropa í stóran mun er á EM-endaspælið, er eitt annað stórt endaspæl eisini í avgerandi vikuni. Talan er um elstu fótbóltskapping fyri landslið, ið framvegis verður spæld. Hon hevur verið í nógvum ymsum skapum.

Hetta hevur verið eitt heilt øðrvísi Copa America í mun til øll tey undanfarnu 46 í røðini. Endaspælið skuldi upprunaliga verða leikt í fjør í Argentina og Kolumbia. Koronustøðan gjørdi, at kappingin varð útsett í eitt ár - eins og EM - og innanfyri tíggju dagar í mai varð vertsleikluturin tikin frá Kolumbia, orsakað av politiskari órógv, og síðani frá Argentina, orsakað av óvissu koronustøðuni í landinum.

Brasil fekk dagin eftir vertsleiklutin. Ikki tí at støðan viðvíkjandi koronu í landinum var og er góð, men størsta suðuramerikanska landið hevur leikvallirnar til reiðar, og forsetin Jair Bolsonaro, ið er farin lættliga um farsóttina, vildi hava endaspælið til landið.

Meðan mótmæli hava verið í landinum móti forsetanum, hava suðuramerikansku liðini spælt Copa America. Tað hevur verið heilt tómt á áskoðaraplássunum, og allir dómarar og allir í og við tilknýti til hóparnar eru koppsettir. Øll tey tíggju liðini í Suðuramerika - CONMEBOL - hava luttikið. Tey vórðu býtt í tveir bólkar eftir landafrøði, har fýra komu víðari úr hvørjum. Síðani vóru fjórðingsfinalur og hálvfinalur á skránni. Upprunaliga skuldu Avstralia og Katar luttaka, so at tólv lið vóru við, men tey góvu avboð í februar avboð orsakað av útsettu HM-undankappingini í Asia. Hetta var fyrstu ferð í tretivu ár, at Copa America taldi júst tíggju lið.


Ein frágreiðing um hetta serstaka Copa America 

Arvafíggindarnir hittast í finaluni

Fyri fyrstu ferð síðani 2007, og fyri fjórðu ferð í søguni, skulu Argentina og Brasil spæla í finaluni. Hetta er greitt, eftir at liðini vunnu hvør sína hálvfinalu tepurt. Hjá Brasil gjørdist Paqueta, eins og í fjórðingsfinaluni, einsamallur málskjútti. Lyon-leikarin skoraði, tá tíggju minuttir vóru til hálvleiks í dystinum móti Peru í Rio de Janeiro, eftir frálíkt upplegg frá Neymar. 

Brasil skal harvið spæla finalu á Maracana beint eftir midnátt leygardagin. Liðið við fimm HM-heitum hevur ikki vunnið Copa America lutfalsliga ofta. Talan verður um finalu nummar 21 í kappingini hjá Brasil - Selecao hevur tó ellivu ferðir av teimum verið ov stutt. Brasil vann Copa America fyri tveimum árum síðani við 3-0 sigri á Peru í finaluni.

Í 2019 var tað Argentina, ið varð koppað í hálvfinluni. Argentina hevur annars vunnið Copa America 14 ferðir og 14 ferðir, er landið skrásett sum tvey'ari. Um Argentina vinnur á Brasil heilt tíðliga sunnudagin, so er man javnur við Uruguay, ið hevur metið fyri flest Copa America gull - 15.

Argentina hevur tó ikki vunnið kappingina síðani 1993. Lionel Messi hevur onga stóra kapping vunnið á landsliðnum, so nú skal tað verða hjá La Albiceleste. Messi hevur verið ógvuliga eyðsýndur í endaspælinum. 34-ára gamli liðformaðurin hjá Argentina er toppskjútti við fýra málum og hevur lagt upp til flest mál - fimm. Harvið hevur Messi verið við í níggju útav ellivu málum hjá Argentina.

Í nátt legði nummar tíggju úpp til leiðslumálið hjá Lautaro Martinez, ið kom longu í 7. minutti. Kolumbia javnaði eftir ein tíma, og dysturin varð avgjørdu við brotsspørkum. Hetta hevur fyrr verið ein marra hjá Messi og Argentina, men ikki hesuferð. Kolumbia skeyt fyrst, men tríggir leikarar í gulum brendu.

EM-finalan verður bríklað í gongd sunnukvøldið klokkan 20 á Wembley - 19 tímar áðrenn tað verður bríkslað í gongd á Maracana leikvøllinum í Rio de Janeiro.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder