2018-06-20 16:22
Í brasilska fótbóltssambandinum (CBF) eru tey sera ónøgd um málið hjá Sveis í 1-1 javnleikinum móti Brasilia í HM. Tí hevur CBF biðið FIFA um at forklára, hví VAR ikki varð nýtt í avgerðandi støðum í dystinum.
Málið hjá Sveis kom tá málskjúttin, Steven Zuber, skumpaði brasilska verjuleikaran Miranda beint árðenn Zuber stútaði bóltin í mál.
Í CBF eru tey eisini ónøgd við einari støðu, har Gabriel Jesus dettur í brotsteiginum. Hendan støðan varð heldur ikki eftirkannað.
Brasilia liggur nummar tvey í bólkinum við einum stigi. Sama ger Sveis. Nummar eitt er Serbia, sum vann 1-0 á Kosta Rika.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald